Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Jólabussurin

Frá mánadegnum 14. desembur til og við tollaksmessudag fara tveir skundbussar at koyra aftur og fram millum miðbýin, SMS, Gundadal og Háls. Sostatt kunnu fólk, sum skulu oman í miðbýin ella SMS, seta bilin á parkeringpláss í Gundadali ella á Hálsi og koyra ókeypis við jólabussunum, skjótt og ómakaleyst.

Runt og runt – alla tíðina
Bussarnir koyra aftur og fram allatíðina frá kl. 12 til kl. 20. Sostatt er ikki nøkur tíðarætlan. Ein stillar seg bara við eitt steðgistað, har jólabussurin steðgar.
Til ber at fylgja við jólabussinum á Sona appini.
Ella á kortinum her (vel “Jólabussurin”, so sært tú steðgiplássini ):



Maska
Heitt verður á øll, sum brúka Jólabussin, um altíð at brúka masku. Bussførararnir kunnu nokta teimum atgongd, sum ikki brúka masku. Maskur verða at fáa í Jólabussinum.
Brúkið masku og takið øll onnur neyðug fyrilit.

GG:
Tað er tíverri ikki pláss fyri barnavognum og koyristólum í jólabussunum, men kunnu vit vísa á Bussleiðina á torshavn.fo