Tíðindi
Jólabýurin verður tendraður
November mánaðurin er nú her við bæði myrkri og stormum, og tað merkir, at nú stundar til jóla. Í SMS byrja vit at fyrireika okkum til jóla við árliga jólabýnum, jólaposunum og einum jólaprýddum húsi.
Mánadagin 11. november kl. 16.30 verður sostatt stóri jólabýurin í SMS tendraður. Jólamaðurin kemur at vitja, og vit bjóða bollar og kakao.
Tá jólabýurin í SMS er tendraður, og børnini hugna sær millum nissur og reinsdjór, so vita vit, at nú er skjótt jól.