Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Jólahjálpin frá SMS 2020

Freistin at søkja jólahjálp 2020 er nú farin.

Í nógv ár hevur SMS latið familjum við fíggjarligum avbjóðingum jólahjálp. Endamálið við Jólahjálpini er at lætta um og geva børnum møguleika at fáa eini góð og hugnalig jól saman við sínum kæru. Jólahjálpin frá SMS er serliga ætlað støkum uppihaldarum við børnum. Tó kunnu pør við børnum eisini søkja. Til samans hundrað SMS-gávukort upp á 1.000 kr. verða latin.

Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði. Søkja fleiri enn til ber at veita stuðul, verður Jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava størstu avbjóðingarnar fíggjarliga. Jólahjálpin verður send út í viku 50.