Tíðindi
Jólaposakappingin 2019
Nú fáa øll børn í Føroyum møguleika at koma við teirra uppskoti til, hvussu jólaposin í SMS skal síggja út í ár.
Eins og undanfarnu árini, skal SMS hava ein jólaposa við eini fittari barnatekning á. Tískil heitir SMS øll børn um at koma framvið Marknaðardeildina í SMS eftir einum teknipappíri at tekna teirra tekning á og síðan lata tekningina inn aftur til Marknaðardeildina í seinasta lagi mánadagin 2. september kl. 12.
Besta jólatekningin vinnur eitt gávukort á 2000 kr frá SMS. 10 útvaldar tekningar vinna gávukort á 200 kr. frá SMS
Treytir
Besta jólatekningin verður prentað á serliga jólaposan hjá SMS 2019. Øll børn upp til 13 ár kunnu vera við í kappingini. Vinnararnir fáa beinleiðis boð frá okkum. Tekningin SKAL gerast á serliga tekniblaðið, sum kann heintast á Marknaðardeildini og skal vera latin SMS í seinasta lagi mánadagin 2. september 2019 klokkan 12.00. Tekningar kunnu latast inn við koyra tær í postkassan uttanfyri Marknaðardeildina á 3. hædd í SMS ella við at senda tær við brævi til:
SMS, Postboks 1059, 110 Tórshavn. Viðmerk ”Jólaposin”.
Innkomnu tekningarnar verða sýndar fram í SMS, tá vinnarin verður kunngjørdur, mánadagin 11. november.
SMS skilar sær rætt til at brúka tær innkomnu tekningarnar í marknaðarføring síni og tiltøkum annars.