Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Jólaposakappingin 2021

Nú fáa børn í Føroyum møguleika at koma við sínum uppskoti um, hvussu jólaposin hjá SMS skal síggja út í ár.

Eins og undanfarnu árini skal SMS hava ein jólaposa við eini fittari barnatekning á. SMS heitir tí á øll børn um at koma inn á Marknaðardeildina í SMS eftir einum teknipappíri. Umframt at fáa sína tekning á jólaposan hjá SMS, fær vinnarin eisini eitt gávukort upp á 2.000 kr. frá SMS. Tíggju útvaldar tekningar vinna gávukort upp á 200 kr. frá SMS.

Ert tú frá einum stovni ella skúla og skalt heinta fleiri teknipappír, er best, um tú bíleggur teknipappír, áðrenn tú heintar. Skriva okkum eini boð á Facebook ella ring á tel. 34 19 10.

Treytir Besta jólatekningin verður prentað á serliga jólaposan hjá SMS 2021. Børn upp í 13 ár kunnu vera við í kappingini. Vinnararnir fáa beinleiðis boð frá okkum. Tekningin SKAL gerast á serliga tekniblaðið, sum kann heintast á Marknaðardeildini, og skal vera latin SMS í seinasta lagi fríggjadagin 3. septembur 2021 kl. 12.00. Tekningar kunnu latast inn við koyra tær í postkassan uttanfyri Marknaðardeildina á ovastu hædd í SMS, ella við at senda tær við brævi til: SMS, Postboks 1059, 110 Tórshavn. Viðmerk ”Jólaposin”.

Tekningarnar verða sýndar fram í SMS, tá vinnarin verður kunngjørdur mánadagin 16. novembur.

SMS skilar sær rætt til at brúka tær innkomnu tekningarnar í marknaðarføring síni og til tiltøk annars.