Tíðindi
Jólaposin 2020
Aftur í ár kundu børn í Føroyum vera við í kappingini um at tekna ársins jólaposa. Nógvar góðar tekningar komu inn, og vinnarin bleiv 10 ára gamla Maria Bjarnadóttir úr Hoyvík. Dómsnevndin helt, at tekningin hjá Mariu var stuttlig, sigandi og ikki at gloyma flott. Umframt at fáa tekningina á jólaposan, vann Maria eitt SMS-gávukort upp á 2.000 kr.
Um tekningina sigur Maria soleiðis: Allar herligheitirnar í sambandi við jólini, ið tó møguliga verða eitt sindur øðrvísi í ár, koronuárið.
Takk fyri tekningina og til lukku, Maria!
10 útvaldar tekningar vunnu eitt gávukort upp á 200 kr.
Síggj myndirnar niðanfyri.











