Tíðindi
Jólatíðir í SMS
Nú stundar til jóla og skulu jólagávurnar, jólamaturin og jólastásið orðnast. Ymiskt er, nær vit hava stundir at gera okkara ørindir og tískil fer SMS longu frá leygardegnum 9. des. og fram til jóla at hava opið til kl. 20, eisini sunnudagar.
Sunnudagin 10. des. og 17. des. hevur SMS opið kl. 14-20.
Fríggjadagin 22. des. og tollaksmessudag er opið heilt til kl. 22.
Jólamaðurin kemur eisini at vitja frá mánadegnum 11. des. til tollaksmessudag, og somuleiðis er jólabýurin opin sum vant. Soleiðis kann jólaresið vendast til jólahugna.
Vælkomin í SMS.