Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Jóltíðir í SMS

Nú stundar til jóla og skulu jólagávurnar, jólamaturin og jólastásið orðnast. Ymiskt er, nær vit hava stundir at gera okkara ørindir og tískil fer SMS longu frá leygardegnum 12. des. og fram til jóla at hava opið til kl. 20, eisini sunnudagar.

Sunnudagin 13. des. og 20. des. hevur SMS opið kl. 14-20.

Týsdagin 22. des. og tollaksmessudag er opið heilt til kl. 22.

Jólamaðurin kemur eisini at vitja frá mánadegnum 14. des. til tollaksmessudag, og somuleiðis er jólabýurin opin sum vant. Soleiðis kann jólaresið vendast til jólahugna.

Vælkomin í SMS.