Kári hevur verið við næstan øll árini
Kári Árting / Rit & Rák
Longu sum 17 ára gamal byrjaði Kári Árting í SMS og hevur starvast har flestu árini síðan tá. Fólk hava veruliga tikið SMS til sín, heldur hann
Sigur tú SMS, so mást tú næstan eisini siga Kári.
Kári Árting, sum eigur bókhandilin Rit & Rák, hevur starvast í SMS næstan síðan byrjan. Bara 17 ára gamal hevði hann sín fyrsta arbeiðsdag sum bókhandilslærlingur í handlinum hjá Helga og Kára Justinussen. Hetta var í 1978, og tá æt handilin H.J. Bókasølan.
– Handilin seldi alt møguligt, og hølini vóru smá. Í neðra vóru bøkur og skrivstovuvøra, og leikur vóru uppiá, greiðir Kári frá.
Hann helt fram í Bókasøluni eftir lokna lærutíð. Handilin vaks, og har løgdust bæði fotohandil og leikahandil aftrat.
Byrjaði í kreppuni
Men so kom fíggjarkreppan. Tey fóru at merkja tað longu í 1989. Kári varð uppsagdur vegna sparingar og fór í Kollafjarðar skúla at arbeiða sum vikarur.
Tvey ár seinni fór Bókasølan á húsagang. Kári Justinussen heitti á hann um at hjálpa til at telja upp, og tað var í hesari tilgongdini, at tað kom í lag, at Kári fór undir sín egna bókhandil í SMS. Hans Mortensen, sum stovnaði SMS, hevði ein týdningarmiklan lut í hesum.
– Hans legði stóran dent á mál og mentan, og hann vildi hava ein bókhandil í SMS. Eg fór upp til Hans og fekk eina lagaliga avtalu at byrja ein bókhandil.
Men enn vóru ikki allar súður syftar. Kári mátti í bankan at spyrja um lán – mitt í kreppuni.
– Fyrsti bankin helt meg vera svakan, men tann næsti, sum var Fossbankin, gav mær lán. Og so fór eg í gongd.
Handilin byrjaði varisliga, og roynt varð sum frægast at laga seg til krepputíðina. Summar vikur og mánaðir kundi vera striltið. Ein dagin vóru bara tríggir kundar í bókhandlinum, og hetta er vánaligasti dagurin, sum Kári veit um.
Serligur andi
Hesi 44 árini síðan Kári hevði sín fyrsta arbeiðsdag í SMS, er mangt broytt. Fermetratalið er munandi størri, nógv fleiri handlar, og starvsfólkatalið er vaksið.
– Tað var ein heilt serligur andi í SMS fyrstu árini. Ein pionerandi. Vit skipaðu fyri veitslum tvørtur um handlarnar. Her var bingo á smáu gongdunum, og skipað varð fyri innsavningum fyri vælgerandi endamál.
SMS er ein magnetur
Tað vóru tó ikki øll, ið vóru so fegin um SMS tá í tíðini.
– SMS býtti næstan fólkið upp í tveir partar. Summum dámdi ikki SMS, tí tey hildu tað vera ov stórt og fór at stjala kundar frá handlunum í býnum. Eg minnist eina nýggjársveitslu, tá ið ein maður kom við einum stolnum flaggi úr SMS, sum hann hevði brent. Tað var eitt av hesum orange og grønu SMS-fløggunum.
Í dag hava fólk flest tikið SMS til sín, heldur Kári. Sjálvur ivast hann ikki í, at SMS er til stórt gagn fyri Havnina og eisini handlarnar í miðbýnum.
– SMS er mitt í býnum og er ein magnetur, ið dregur nógv fólk av bygd til Havnar at keypa – eisini oman í býin. Hetta fáa bæði miðbýarhandlar og SMS gagn av, sigur hann.
Kári og Khomeini
Tað skrivaða orðið kann ofta vera umstrítt, og viðhvørt koma bókhandlar í andglettin.
Kári minnist aftur á tíðina, tá ið rithøvundurin, Salman Rushdie, seinast í 80´unum skrivaði nógv umrøddu bókina, Satans ørindi (The Satanic Verses). Bókin elvdi til øði millum summar bólkar av muslimum, og ovasti leiðarin í Iran, Khomeini Ayatollah, heitti á muslimar kring allan heimin um at drepa Rushdie fyri gudsspottan, um teir fingu fatur á honum. Eisini týðarar og útgevarar blivu hóttir.
Kári helt, at sjálvandi skuldu føroyingar eisini fáa høvi at lesa nógv umstríddu bókina og bílegði fleiri eintøk til bókhandilin í SMS. Bókhandilin endaði á forsíðuni í Dimmalætting, har høvuðssøgan var, at Kári ræddist ikki Khomeini.
– Tað stuttliga var, at eg skuldi giftast fáar mánaðir seinni. Knappliga ein dagin stutt fyri brúdleypið steðgar ein svartur bilur uttanfyri hjá okkum í Kollafirði. Nakrir svartklæddir menn í sólbrillum koma úr bilinum, inn í húsini og føra meg út í bilin. Hetta var polterabend. Men ein eldri maður í grannalagnum gjørdist púra forskrektur, reyk inn til dóttir sína og segði, at ”nú eru arabararnir komnir eftir Kára”, greiðir Kári læandi frá.
Tey selja framvegis bókina hjá Rushdie í Rit & Rák, og javnur eftirspurningur er eftir henni.
Tíverri er talufrælsið framvegis hótt nógvastaðni, og her hava bókhandlar eina týdningarmikla uppgávu, staðfestir Kári.
Bókhandil gevur javnvág
Føroysku útgávurnar hava eitt serligt pláss, bæði í handlinum og hjartanum. Kári dylur ikki fyri, at hann brennur fyri føroysku bókunum og skaldskapinum. Hann heldur tað vera sera væl frágingið av einum so lítlum landi sum okkara, at vit árliga hava oman fyri 150 bókaútgávur á føroyskum.
Ein bókhandil hoyrir heima í eini sølumiðstøð sum SMS.
– Bókhandilin hevur eitt breitt segment. Hann er fyri alla familjuna, og har kunnu øll fara og finna okkurt. Bókhandilin gevur eitt slag av javnvág, sigur Kári Árting.