Opið í dag 10.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
10.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Kensluborið at selja SMS

Niels Mortensen var bara seks-sjey ára gamal fyrstu ferð hann sá modellið av SMS á gomlu skrivstovuni hjá pápanum. Tá ið avtalan um at selja íslendingum SMS-samtakið var undirskrivað, var tað bæði kensluborið og ein lætti 

Ein dagin í mai bankar á dyrnar á skrivstovuni hjá Niels Mortensen á Tinghúsvegnum. Tað er ein føroyskur umboðsmaður fyri eina íslendska fyritøku. Ikki ørindaleysur. Hann hevur eitt tilboð: Íslendingar bjóða sær til at keypa SMS-samtakið. Ikki ein triðing, ikki helvtina, men ALT samtakið. 

Niels má beint til hús, rørdur og eitt sindur skelkaður. Tilboðið lendir nevniliga beint í nøkrum tonkum, hann hevur gjørt sær í rúma tíð. 

– Eg havi rættiliga leingi gingið og hugsað um, hvat skal henda við SMS frameftir. Eg nærkist 58 árum. Sjálvandi eingin høgur aldur, men tó høgur aldur, tá ið fyritøkan helst skal vera til 50 ár aftrat. Og tað veit eg, at eg ikki verði partur av. So hetta hevur fylt nokk so nógv hjá mær tey seinastu eitt til tvey árini, sigur Niels. 

Fimm mánaðir seinni – 22. oktobur – skrivar Niels undir avtalu við íslendska, børsskrásetta samtakið, Hagar hf, um at samtakið keypir allan partapeningin í pf SMS. 

– Hetta var øgiliga kensluborið fyri meg. Eg eri uppvaksin við SMS, og hetta hevur fylt meginpartin av mínum lívi. 

– Men eg eri soleiðis innrættaður, at tá ið avtalan var undirskrivað, er ein nýggjur veruleiki. Og so er at hyggja frameftir. Nú er tað ein lætti, tí nú er framtíðin hjá SMS avklárað, og tað er rættiliga týdningarmikið fyri meg. 

Uppvaksin við SMS 

Tað er millum pylsur, sodavatn og fritururoyk, at Niels sær fyrsta modellið av SMS. Tá er hann seks-sjey ára gamal. Pápin, Hans Mortensen, eigur grillbúðina, Zanzibar, í Sverrisgøtu – har tógvhandilin í dag er. Á skrivstovuni í Zanzibar verða kveikjast stórir tankar, ið røkka út um vanligar føroyskar handilskarmar. 

– SMS læt upp í 1977, men pápi mín var farin í gongd næstan tíggju ár frammanundan. Hann arbeiddi í Magasin, tá ið hann búði í Danmark, og tað er helst haðani, hann fekk íblásturin til SMS. Tað regnar illa í Føroyum, so tað var jú upplagt. 

Barna- og ungdómsárini vóru neyvt knýtt at SMS.  

– Tað hevur fylt alt lívið hjá okkum. Øll míni barnaár havi eg gingið í SMS. Tað hevur verið mítt annað heim, um ikki fyrsta heim. Systir mín og eg plagdu at siga, at pápi okkara hevði trý børn – SMS og so okkum bæði. Og SMS var nokk favoritturin hjá honum. Tað var mest í spølni, men tað fylti nógv í okkara verð. 

Nielsi dámdi væl at ganga í hølunum á pápanum og fór tíðliga at arbeiða í SMS. Bara 11 ára gamal arbeiddi hann sum vogndrongur í Miklagarði. Hann fór blaðungur til Danmarkar í skúla, men allar feriurnar arbeiddi hann í SMS. 

– Tað var beint úr flogfarinum og oman í SMS til arbeiðis. Eg slapp ikki bara at ganga heima. Eingin kjansur.  

Frá banka til grønmeti 

Eftir 12 ár í Danmark, har hann eitt nú fekk bankaútbúgving og arbeiddi fimm ár í banka, avgjørdi Niels í 1992 at flyta aftur til Føroya. Hann fekk starv í Miklagarði, har uppgávan m.a. var at seta vørur upp á hillar og taka sær av frukt og grønmeti. Árið eftir gjørdist hann leiðari í Rúnar, sum SMS átti í Runavík, og seinni hevði hann eisini handilin í Klaksvík undir sær.  

Í 1996 gekk leiðin aftur til Havnar at vera stjóri í SMS saman við pápanum. Teir høvdu hvør síni øki, og samstarvið virkaði sera væl, sigur Niels. Í 2006 fór Hans Mortensen frá sum stjóri og eigari, og Niels yvirtók eftir pápan. 

Tvey Mortensen-ættarlið hava sostatt átt og stjórnað SMS síðan byrjan. Mortensen-ognarskapurin verður søga, nú Hagar hf keypir allan partapeningin í SMS-samtakinum. 

Fólk reagera 

Tað eru feløgini N.M. Holding hjá Niels Mortensen og Pf Farcod hjá Mortan Johannesen, sum seinastu árini hava átt hvør sína helvt av partapeningin í SMS-samtakinum. Teir nýggju íslendsku eigararnir yvirtaka alt samtakið, sum fevnir um SMS, Bónus-handlarnar, Mylnurnar, Miðlon, matarstøðini í SMS, umframt Angus-matstovurnar.  

Sølan hevur elvt til kjak á sosialu miðlunum, har fleiri harmast um, at útlendingar yvirtaka føroyskar fyritøkur. Eisini Niels hevur fingið viðmerkingar frá fólki. 

– Tað er púrasta í ordan. Umleið 700 fólk eru á lønarlistanum, og fyritøkan fyllir nógv. Eg skilji væl, at fólk kunnu vera ørkymlað av, hvat nú fer at henda við SMS, sigur hann.  

Niels ivast ikki í, at pápin, sum var sera framskygdur, hevði hildið tað vera rætta stigið at selja samtakið. Sjálvur heldur hann, at ognarskapurin ikki er tað mest avgerandi.  

– Eg havi ikki selt hjartað. Eg eri framvegis góður við SMS, og tað fari eg altíð at vera. Eg havi tað soleiðis, at hvør ið eigur SMS, má vera líkamikið. Tað týdningarmesta er, hvat SMS mennir seg til. 

Fyritøkur gerast størri 

Saman við Hagar fær SMS betri møguleikar at menna virksemið og økja vøruúrvalið, sigur Niels.  

– Í hesum slagnum av vinnu er umráðandi at vera stórur. Rákið um allan heimin er, at fyritøkur verða miðsavnaðar og gerast alsamt størri.  

Allar Føroyar eru at líkna við eina deild í Danmark. 

– Alt av matvøru, vit selja í Føroyum, er minni enn tað, sum Bilka í Hundige selur fyri. Tað er líkasum fyri at seta tingini í perspektiv. Í Danmark er gongdin, at Dansk Supermarked, REMA 1000 og aðrar fyritøkur gerast størri, meðan tann lítli keypmaðurin hvørvur. Og vit eru bara smáir keypmenn. Í Føroyum eru vit kanska stór, men eru øgiliga smá sammett við tær stóru útlendsku fyritøkurnar.  

Størri vøruúrval 

Tað er dýrari at keypa inn hjá smáum fyritøkum enn hjá teimum stóru, ið kunnu keypa heilt stórar nøgdir í senn. Sum partur av tí stóra íslendska samtakinum fáa SMS og hinir handlarnir betri møguleikar at keypa vørur bíligari inn. Innkeypið gjøgnum íslendska samtakið fer harumframt at geva fjølbroyttari vøruúrval, m.a. íslendskar og amerikanskar vørur.  

SMS-samtakið kundi verið áhugavert hjá til dømis donskum ella norskum fyritøkum. Niels heldur tó, at samstarvið við íslendingar hóskar betur. Íslendingar og føroyingar líkjast nógv. Íslendingar áttu helvtina av SMS fyri nøkrum árum síðan, og tað samstarvið riggaði sera væl. Eftir hansara tykki er Hagar eitt sera seriøst samtak, ið hevur somu stóru ambitiónir fyri SMS, sum hann sjálvur hevur. Millum annað letur nýggjur Bónus-handil upp í Runavík í næstum, og ein annar er á veg aðrastaðni í Føroyum. Eisini aðrar spennandi verkætlanir eru í umbúna. 

Hagar-samtakið umsetur fyri átta milliardir um árið. SMS-samtakið er minni enn 10 prosent av tí. Men javnvágin er rættiliga góð, tí íslendska fyritøkan er ikki ov stór, og SMS-samtakið er ein passaliga góður partur av umsetninginum hjá henni. Niels Mortensen heldur, at her er gott grundarlag fyri, at SMS-samtakið og Hagar kunnu menna seg væl saman. 

Øvundsjúka 

Fólk høvdu nógvar og sterkar meiningar um SMS tey fyrstu árini. Summi vóru óð og hildu, at SMS fór at køva alt handilslív í býnum. Øvundsjúka var eisini.  

– Eg merkti tað ekstremt væl. Bæði í skúlanum og aðrastaðni. Eg síggi eisini í dag, at fólk, ið fara undir okkurt nýtt, hava tað tungt á tveimum mótum: Tað er tungt at byrja nýtt, og tað er tungt, tí at øvundsjúkan telur nógv, sigur Niels.  

Tann ungi stjórasonurin hevði brúk fyri at sleppa burtur eina tíð. Bara 13 ára gamal spurdi hann foreldrini, um hann kundi sleppa á kostskúla í Danmark.  

– Eg gekk í Nonnuskúlanum, og har var eitt danskt lærarapar, ið flutti aftur til Danmarkar. Sonur teirra fór á kostskúla í Sorø, og eg segði so við pápa mín, at eg vildi á kostskúla. 

Mamman var einki fyri tí, men tað endaði kortini við, at Niels fór á kostskúla í Sorø og var har í fýra ár. Síðani eitt ár á handilsskúla, eitt ár í Onglandi og so til skips við Andriasi í Hvannasundi í eitt ár, áðrenn hann fór í bankalæru. 

Serligur andi 

Mótstøðan móti SMS í byrjanini gjørdi helst nakað serligt við andan í húsinum. Gott samanhald og nógv stuttlig tiltøk vóru í SMS. Niels minnist væl bingospølini, har fólk kundu vinna stórar og ofta løgnar vinningar, t.d. at renna inn í Miklagarð og fylla innkeypsvognin upp á tríggjar minuttir.  

– Babba dugdi væl at hypa fólk og finna upp á nýggj ting, sigur Niels og nevnir, at á keypsstevnuni, sum pápin skipaði fyri í høllini á Hálsi nøkur ár, kundi mann vinna 10.000 krónur. Ein øgilig upphædd tá. 

Kreppuárini í 1990’unum vóru øgiliga tung, og ofta var rokaligt. Hann var javnan á fundi við bankarnar og var ofta  skelkaður av tosingarlagnum. SMS fór í gjaldssteðg, fekk skuldarsanering og yvirlivdi. Árini vóru strævin og fáir pengar at arbeiða við sammett við í dag, sigur Niels. 

Familja og fyritøka 

Niels eigur fimm børn. Nú SMS síðan stovnan hevur verið familjufyritøka, hví so ikki lata okkurt av børnunum yvirtaka? Sjálvur sigur Niels, at hann vildi ikki, at børnini skulu kenna seg bundin av at yvirtaka SMS. Samstundis er fyritøkan vorðin meira kompliserað við árunum og altjóðagerðini.  

Sum sonur Hans Mortensen hevur hann lagt oyra til eitt sindur av hvørjum, til dømis at hann gjørdist stjóri orsakað av familjuskapi. 

– Eg leggi ikki í, hvat fólk halda. Eg veit, hvat eg standi fyri. Onkur hevur sagt í fyllskapi, at eg eri komin til skorin klæðir. Eg flenni bara, tí eg toli tað. Ja, um pápi mín ikki var, so var SMS ikki til. Hvat eg so hevði gjørt, veit eg ikki. Men eg føli samstundis, at eg havi verið ein heilt stórur partur í at menna SMS, bæði saman við pápa mínum og aftaná. Í dag er fyritøkan ein heilt onnur enn tá.  

Stjóri nøkur ár aftrat 

Ongar broytingar henda við tað fyrsta, nú íslendingar yvirtaka SMS. Niels hevur bundið seg til at vera stjóri í minsta lagi hálvtfjórða ár eftir yvirtøkuna. Tað var ein treyt, íslendsku keypararnir settu.  

Ein annar partur av avtaluni er, at Niels og hin partaeigarin í SMS-samtakinum, Mortan Johannesen, keyptu seg inn í Hagar hf. Teir eru millum fimtan teir størstu eigararnar í samtakinum, ið telur umleið túsund partaeigarar. Allir føroyingar, eisini pensjónsfeløgini, hava nú møguleika at keypa seg inn í SMS við at keypa partabrøv í Hagar-samtakinum, vísir Niels Mortensen á.