Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
Skálkur

3. HÆDD

Tel: 31 54 00
Facebook
Instagram
Heimasíða

Mánadag - hósdag
10.00 - 18.00

Fríggjadag
10.00 - 19.00

Leygardag
10.00 - 18.00

Sunnudag
Stongt

Klæðir eru so nógv meira enn bara klæðir

Anja Joensen og Hávarður í Stórustovu / Skálkur

Øll fólk hava ein stíl. Sama hvussu ella lítið ein ger burtur úr sær sjálvum, so er tað ein stílur. Og hann er sera ymiskur frá fólki til fólk.

– Summi vita ikki, hvussu tey skulu klæða seg, meðan onnur eru sera tilvitaði um tað og vilja hava uppaftur meira íblástur. Nettupp hesin ymiskleikin, og júst tað, at vit møta so at siga øllum sløgum av fólki, gera okkara starv so fantastiska spennandi. Tað siga Anja Joensen og Hávarður í Stórustovu, sum hava arbeitt í klædnavinnuni í fleiri áratíggju.

Í góð 25 ár hava Anja og Hávarður vegleitt fólk

Hevur tú verið í SMS, manst tú hava sæð tey. Hávarð í Stórustovu og Anju Joensen. Tey bæði arbeiða í sama samtaki. Anja í Gelluni og Hávarður í Skálki. Tað er nærum sami handil, tí tey hava nógv felagsmerkir, so sum Mads Nørgaard, Samsøe Samsøe, Halo og Asics. Tey hava samanlagt arbeitt í klædnavinnuni í 50 ár, og hava vegleitt fleiri túsund fólk í, hvussu tey kunnu klæða seg best. Ein hugsar allarhelst ikki um tað, men aftanfyri servitanina hjá teimum báðum liggur eitt listarligt medvit og ein brennandi áhugi fyri klæðum og móta. Tað var tíðliga í lívinum, at tey vístu klæðum stóran alsk og áhuga. Hóast tey hava arbeitt í klædnavinnuni í fleiri áratíggju, fara tey enn nærum hvønn dag líka áhugaði og spent til arbeiðis.

Hávarður í Stórustovu: Eitt ár bleiv til 25 ár

Hávarður fór at arbeiða í Skálki í 1996, tá ið hann var í læru í býráðnum, og hann var hjálparfólk í Skálki, har Lars var leiðari. Lars bleiv sjálvstøður, tá ið hann læt ein handil upp í Klaksvík í 27. septembur í 1999, og tá byrjaði eg fulla tíð hjá Lars í Klaksvík. 1. mars keypti Lars Skálk frá pápa sínum, Kára Müller, og vit byrjaðu báðir í SMS.

– Í fyrstani vóru tað bara vit báðir, Lars Müller og eg. Tað var tungt at byrja, men mær dámdi tað kortini so sera væl. Tó var ætlanin bara at arbeiða í eitt ár og síðani fara til Danmarkar at lesa. Men alskurin til klædnavinnuna var ov stórur, so nú 25 ár seinni eri eg her enn, sigur Hávarður og brosar.

Teir báðir, Hávarður og Lars, arbeiða hart. Tey fyrstu fýra árini vóru teir ongantíð í feriu, tí báðir eru líka ágrýtnir og fáa handilin upp at ganga. Síðan gongur tað væl, og fleiri aðrir handlar leggjast aftrat samtakinum.

– Hóast tað var ógvuliga strævið, var tað altíð stuttligt at vera til arbeiðis. Serliga leygdardag, tí tá eru kundarnir so glaðir og koma typiskt at keypa okkurt pent at fara í til ein býtúr.

Anja Joensen: Vegleiðing hevur stóran týdning fyri kundan

Níggju ár eftir at Hávarður í Stórustovu byrjaði í Skálki-samtakinum, byrjaði Anja Joensen. Hon hevði frammanundan drúgvar royndir í klædnavinnuni. Umframt fleiri ára royndir sum sølufólk og leiðari, hevði hon átt klædnahandilin, Diva í fimm ár.

– Tá ið eg var við barn, sá eg, at hetta fór ikki at rigga hjá mær. Tað var tí, at tíðin fór ikki at røkka bæði við egnum handli og einum nýføðingi. Eg mátti tí ásanna, at tíðin fór ikki at røkka til at reka egnan handil.

Anja Joensen gjørdi tí av at selja handilin. Eftir tað kom hon at arbeiða í Gelluni, og júst tað var tað rætta fyri hana.

– Eg havi altíð verið hugtikin av klæðum. Klæðir er so nógv meira enn bara klæðir. Tað er eins og list, tí tú skal bæði fyrihalda teg til form, snið, litir og sjálvandi menniskjað, sum skal í klæðini, sigur Anja.

Anja Joensen var longu væl kend frá handlinum Diva, sum hon átti og síðani seldi. Øll hesi fimm árini, hon rak handilin, vakti hon stóran ans hjá kundunum, sum trúgvir høvdu keypt í handlinum og ikki minst fingið góða vegleiðing frá Anju.

– Tá ið ein vegleiðir ein kunda, hendir tað ofta, at ein fær eitt serligt samband við viðkomandi. Tað upplivdi eg av álvara, tá ið eg seldi handilin Diva og kom í Gelluna í SMS at arbeiða. Eg var so heppin, at eg sá fleiri av mínum kundum aftur í Gelluni.

– Vit skulu hvønn dag fyrihalda okkum til alt slag av fólki

Fleiri vilja kanska vera við, at uppgávan hjá Anju og Hávarði snýr seg í mest um at taka fyri hjá kundum. Men tann parturin fyllir nærum minst. Umframt at taka fyri, snýr arbeiðið seg eisini um at læra kundan at kenna, soleiðis at tey sum best kunnu vegleiða hann. Ofta fevnir prátið víða.

– Okkara arbeiði snýr seg í stóran mun at møta fólki, har tey eru. Tey flestu, sum koma inn í handilin eru glað. Tó koma eisini kundar inn, sum eru heldur tungir í huga. Vit síggja tað beinavegin. Vit hava upplivað fleiri ferðir, at kundar greiða frá, hvussu tey hava tað, og hvørjar lívsumstøður gera seg galdandi, sigur Anja.

– Kundarnir deila heilt nógv av sínum lívi við okkum, og júst tað ger, at vit ofta uppliva, at kundin fer meiri lættur og glaður útaftur úr handlinum. At arbeiða í handli, snýr seg jú eisini um so nógv annað enn bara at selja klæðir, sigur Hávarður.

Tó er tað eisini í prátinum um klæðir, at Hávarð og Anja fáa innlit í, hvussu kundarnir hava tað við síni sjálvsfatan. Summi er rættiliga tilvitaði um, hvat plagg teimum klæðir, og onnur als ikki.

– Tann løtan, tá ið tú møtir kundanum og vegleiðir hann soleiðis, at viðkomandi finnur okkurt plagg, sum honum ella henni dámar, er so góð og gevandi. Kundarnir, ið kanska vóru undirbrotligir, tá ið teir komu inn í handilin, broytast brádliga og lýsa upp. Júst tann løtan ger okkara arbeiði so fantastiskt. Tað er so gevandi at kunna hjálpa fólki.

– Okkara mál er, at klæðini skulu fáa kundan at síggja gott út

Tey bæði Anja og Hávarður hava samanlagt 50 ára royndir við at vegleiða fólk. Tey hava tí eitt sera gott innlit í, hvussu fólk í øllum aldri, øllum skapi og øllum litum best kunnu klæða seg í.

– Tú kanst seta klæðir saman upp á so nógvar mátar. Tað er akkurát tað, ið ger tað stuttligt. Vit arbeiða alla tíðina við hesum í praksis, og tað ger, at vit hava sera drúgvar royndir á hesum øki, siga tey.

Umframt at kundin skal fáa bestu vegleiðing, ganga tey bæði, Anja og Hávarð, rættiliga høgt uppí, at kundin fær eina góða uppliving inni í handlinum. Tað er líkamikið, um kundin keypir nakað ella einki. Upplivingin skal altíð vera góð.

– Summi fólk koma bara inn til eitt prát. Og tað er eisini heilt í lagi. Vit vilja nevnliga, at okkara handlar skulu vera hugnaligir og heimligir at koma inn í, greiðir Anja frá.

– Ja, tað er øgiliga umráðandi, at vit eisini fevna breitt. Eisini viðvíkjandi prísum. Sostatt hava vit bæði dýrar og bíligar kovboybuksur, tí vit hava ikki eingangskundar. Teir skulu helst koma aftur til okkum, sigur Hávarður.

– Ja, soleiðis er eisini hjá okkum, sigur Anja. Harumframt ganga vit øgiliga høgt uppí at veita góða tænastu. At vera erlig og siga, hvat vit halda, at kundanum klæðir. Okkara áhugamál er jú altíð at finna okkurt, sum kundin riggar væl í.

Les meira um Hávarð og Anju í næstu viku.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.