Uncategorized
Køkukapping í SMS
15.09.2022
Køkukapping var í SMS leygardagin, 10. septembur.
20 flottar og lekkrar føðingardagskøkur vóru latnar inn leygarmorgunin.
Um dagin sluppu øll at atkvøða um ta flottastu køkuna. Eftir atkvøðugreiðsluna komu tveir dómarar at smakka allar køkurnar, og síðan varð ein vinnari kosin.
Tá ið vinnarin varð kosin, fingu øll møguleika at smakka allar køkurnar.
Vinnari í kappingini um køkuna, ið smakkaði best. var: Siri E. A. Gray

Vinnari í kappingini um ta flottastu køkuna var: Jaenette Lassen

Takk fyri allar køkurnar, ið vóru við í kappingini, og takk fyri, tit øll, ið komu at atkvøða og smakka.