Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Køkukapping í SMS

PÁSKAKØKUKAPPING

Hvør bakar flottastu køkuna og hvør bakar leskiligastu køkuna?

Nú er at finna bakigreiður, hugflog og tilfar fram! Og so er bara at fara í gongd við at píska, røra, baka, smelta, skera, blanda, kóka, køla, smakka, leggja saman og pynta! Vit gleða okkum at síggja og smakka, hvussu væl tit duga at finna uppá. 

SMS bjóðar til stóra páskakøkukapping fyri glaðar amatørar á Torginum í SMS leygardagin 4. Mars.

Hetta kanst tú vinna:

Vinnararnir fyri 10 tær leskiligastu køkurnar fáa ein gávuposa við ymiskum góðum frá MBM og Damfar.

Treytir:

Øll, sum luttaka, fáa gávukort á 300 kr frá Miklagarði, tá køkan verður latin inn, leygardagin 4. mars!

Soleiðis luttekur tú:

Allir luttakarar eru dulnevndir, til vinnararnir eru kosnir.

Ein professionell dómsnevnd velur køkuna, sum smakkar best.

Í dómsnevndini eru: Malena frá Omaná, Tóra frá Kvinnu og Jákup Sumberg, kokkur

Tú og øll hini, sum vitja SMS henda dagin, velja flottastu køkuna.

Kom og hygg og smakka

Bakar tú ikki, so kom til hugnaliga veitsludagin tann 4. mars kl. 13.00 og smakka allar tær lekkru páskakøkurnar og hjálp okkum at velja ta flottastu køkuna! 

Vit gleða okkum til eina rimmar køkuveitslu!

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.