Tiltøk
Køkukapping í SMS
Hvør bakar tí flottastu ella smakkbestu køkuna?
Í sambandi við at SMS fyllir 45 ár, verður stór køkukapping fyri glaðar amatørar á Torginum í SMS, leygardagin 10. septembur. Freistin at melda seg til køkukappingina er 1. septembur.
Hetta kanst tú vinna!
Vinnarin fyri køkuna, ið smakkar best, sleppur at velja sær eina flotta køksmaskinu frá Power. Virði í mesta lagi 5.000 kr.
Vinnarin fyri flottastu køkuna fær eitt SMS gávukort upp á 2.000 kr.
Vinnararnir fyri 10 tær best smakkandi køkurnar fáa eitt SMS gávukort upp á 1.000 kr.
Treytir
Einastu treytirnar, at vera við, eru:
- Køkan skal vera ein føðingardagskøka
- Hon skal innihalda tríggjar vørur frá Raska
- Tú skalt vera amatørur, tað vil siga ikki hava útbugving sum bakari ella kondittari
Øll, sum luttaka, fáa gávukort upp á 300 kr frá Miklagarði, tá køkan verður latin inn, leygardagin 10. september!
Soleiðis ert tú við
Send uppskrift, sum inniheldur tríggjar vørur frá Raska til: kokukapping@sms.fo, í seinasta lagi hósdagin 1. septembur.
Lat køkuna inn í SMS leygardagin 10. septembur áðrenn kl. 12, har mynd verður tikin av køkuni. Síðan verður hon sýnd fram og etin, uhhhmm!
Allir luttakarar eru dulnevndir, til vinnararnir eru kosnir.
Ein dómsnevnd við trimum professionellum umboðum úr baki- og kondittarafakinum velur køkuna, ið smakkar best.
Tú og øll hini, ið vitja SMS henda dagin, velja flottastu køkuna.
Kom og hygg og smakka
Bakar tú ikki, so kom til hugnaliga veitsludagin tann 10. september og smakka allar tær lekkru føðingardagskøkurnar og hjálp okkum at velja ta flottastu køkuna.
Vit gleða okkum til eina rimmar køkuveitslu!