Tíðindi
Kom í skrivstovulæru hjá P/F SMS
Vit leita eftir einum skrivstovulærlingi, ið er forvitin og ágrýtin eftir at læra.
Sum skrivstovulærlingur fært tú innlit í fyrisiting, búskap, tolling o.a. Tú lærur at arbeiða við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniørkum og øðrum KT skipanum, samstundis sum tú lærur at samskifta við viðskiftafólk, bæði munnliga og skrivliga.
Høvuðsskrivstovan hjá SMS er í Tórshavn. Tað starvast 15 fólk á skrivstovuni, og tú fær møguleikan at menna teg bæði fakliga og persónliga í einum vælvirkandi arbeiðsumhvørvi.
Útbúgvingin tekur millum 2,5 og 4 ár, og verður lærutíðin roknað eftir, um tú hevur nakra miðnámsútbúgving frammanundan. Tú kemur at skifta ímillum verkliga læru á skrivstovuni og skúlagongd á Glasir í Havn.
Kundi tú hugsa tær at komi í skrivstovulæru, kanst tú senda tína umsókn, saman við avritum av prógvum og møgulig viðmæli, umvegis leinkjuna í høgru síðu í seinasta lagi týsdagin 3. august 2021.
Starvið verður sett frá 16. august ella eftir nærri avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Susanne Nielsen, fíggjarleiðara, á telefon 218861