Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Kom og lær teg Parkour í vetrarferiuni

Parkour verður á Torginum í SMS frá 10. februar til 14. februar.

Markus Køtlum, parkouríðkari, hevur bygt eitt parkourumhvørvi á Torginum í SMS, og nú kanst tú koma at royna teg! 

Kom og leyp á Torginum, meðan tú ger ymsar rørslur. 

Markus verður alla vikuna og er klárur at læra frá sær og leggja lag á. Tað verður hvønn dag kl. 10.00 til 18.00.

Vit vóna, at ordiliga nógv koma at vitja! 

Barnagarðar og skúlar eru eisini vælkomnir at royna seg.

Vit síggjast í SMS!