Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Kom til hugnakvøld við Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard

Nú kanst tú at hitta Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard í Baresso í SMS týskvøldið 9. juli kl.20, tá hon fer at greiða frá lívið sínum. Gunnvør bleiv av fyrstum kend í Føroyum og Danmark, tá hon arbeiddi sum modell og kom saman við Oliver Bjerrehus, og nú sum ein av kvinnunum í reality sendingini á TV3, Forsidefruerne, sum er mest sædda sending á Viaplay. Í fjør gav hon eisini út bókina ’Højt at flyve – ej at falde’ saman við Mette Holm, sálarfrøðingi

Gunnvør hevur føroysk foreldur, men er fødd og uppvaksin í Danmark, har hon hevur arbeitt sum modell, fingið eina útbúgving sum Cand. Comm, byrja ein nethandil, skriva eina bók og mangt, mangt annað, samstudis sum hon eisini er mamma at trimum børnum.
Gunnvør er ein kvinna við beini í nøsini, og sum nú, tá hon er blivin mamma, søkir heim aftur til røturnar. Gunnvør hevur altíð kent tað sum, at hon hevur eitt bein í hvørjum landi. Hóast hon ikki tosar føroyskt, so skilir hon tað, og hevur ein serligan tokka til Føroyar sum heild.

Til hugnakvøldið fer Gunnvør eitt nú at tosa um hetta við ikki at vera bangin fyri at skilja seg úr mongdini og at tora at taka nøkur øðrvísi val – eitt nú at fáa sær triðja barni við einum manni, hon ikki er saman við, men sum eisini er pápi at fyrru børnunum. Tað verður eisini gjørligt at seta Gunnvør spurningar á kvøldinum og eftir framløguna, signerar hon sína bók í Rit & Rák.

Hetta kvøldið fara handlarnir eisini at hava opið millum kl. 20-23 við nógvum góðum tilboðum.

Framløgan við Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard verður í Baresso, sum hevur eitt tilboð uppá kaffi og køku áðrenn framløguna. Baresso hevur opið til kl. 20. Tey fyrstu fáa gávuposa.

Mynd: Henrik Adamsen