Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Kom til LEGO-dagar í heystfrítíðini

Kom til LEGO-dagar í heystfrítíðini

Mánadagin 11. oktober kl. 10 letur SMS upp fyri spennandi LEGO-døgum í SMS. LEGO-dagarnir eru í húsinum alla heystfrítíðina og til og við 23. oktober.

Nógv spennandi verður á skránni hesar dagarnar. Á Torginum ber til at síggja LEGO-standmyndir av ymsum slag, og haraftrat er forkunnug framsýning við føroyskum bygningum, eitt nú SMS og miðbýurin í Havn. 

Umframt forvitnisligu framsýningina eru spennandi kappingar og skattaveiða á skránni yrkadagar millum kl. 10 og 16. Øll tiltøkini eru ókeypis.