Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Koronakonsert kunngera fleiri nøvn

Koronakonsert kunngera fleiri nøvn

Um vikuskiftið vórðu fyrstu Koronakonsertirnar stroymdar beinleiðis av Torginum í SMS. Kim Hansen er vertur og fær ymiskar tónleikarar á gátt. Saman spæla teir so tónleik og fáa eitt stutt prát og skemta sær. Fyrstu tónleikararnir, sum vóru gestir á Koronakonsertunum, eru Hans Petur í Brekkunum, Jensi Marni Hansen og Joan Jakku og Sámal úr Vágaverk.

– Vit kunnu ikki siga annað enn, at konsertirnar hava verið sera væl móttiknar, sigur Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóri í SMS. – Útivið 25.000 hava hetta vikuskiftið sitið á konsert heima í stovuni, og tað eru bæði føroyingar her heima og úti í heimi, ið hava fylgt við.

Koronakonsertirnar halda fram komandi vikuskiftið, og eru nøvnini júst kunngjørd. Signar í Homrum framførir hóskvøldið, Lena og Niklas fríggjakvøldið, Eyðun og Terji leygarkvøldið og Páll og Finnur sunnukvøldið, og tað byrjar kl. 21 øll kvøldini.

– Hetta eru alt nøvn, sum hava myndað føroyska tónleikalívið nógvu árini, og sum føroyingar veruliga hava tikið til sín, so vit vænta, at føroyingar eisini fara at taka væl ímóti Koronakonsertunum hetta vikuskiftið, sigur Regin.

Meðan konsertirnar eru, er gjørligt at skriva viðmerkingar á Facebook, og har ber til at síggja fleiri heilsanir frá føroyingum úti í heimi. sum bæði stytta um stundirnar, nú fólk mugu vera heima, og sum gera, at tað ber til at hava tónleikalívið í Føroyum koyrandi.

– Vit eru sera takksom fyri, at konsertirnar hava verið so væl móttiknar, og at SMS við hesum kann stuðla tónleikalívinum í Føroyum, sum í løtuni er ávirkað av koronasmittuni, við tað at konsertir og konsertferðir eru avlýstar , sigur Regin.

Til ber at síggja Koronakonsertirnar á koronakonsert.fo og á Facebooksíðuni Koronakonsert.

Koronakonsert skrá:

Hóskvøldið 26. mars: Signar í Homrum

Fríggjakvøldið 27. mars: Lena og Niclas

Leygarkvøldið 28. mars: Eyðun og Terji

Sunnukvøldið 29. mars: Páll og Finnur