Tíðindi
Koronakonsert við Lenu og Niclas
Vanliga hevur SMS ymisk tiltøk á Torginum, men nú húsið er stongt, er hetta tíverri ikki gjørligt. Somuleiðis hevur koronasmittan havt eina ávirkan á tónleikarar kring alt landið, við tað at konsertir og tiltøk eru avlýst. Tískil hevur SMS saman við fleiri føroyskum tónleikarum funnið upp á ráð, og fara vit at stroyma konsertir beinleiðis av Torginum í SMS.
Tað er Kim Hansen, sum verður vertur til konsertirnar, og hann fer at fáa ymiskar tónleikarar á gátt, sum allir fara at framføra nøkur løg og fáa sær eitt prát við Kim.
Fríggjakvøldið 27. mars kl. 21 eru tað Lena og Niclas, sum koma at framføra saman við Kim Hansen á koronakonsert.fo ella á Facebooksíðuni, Koronakonsert.