Tíðindi
Koronakonsert við Signari í Homrum
Vanliga hevur SMS ymisk tiltøk á Torginum, men nú húsið er stongt, er hetta tíverri ikki gjørligt. Somuleiðis hevur koronasmittan havt eina ávirkan á tónleikarar kring alt landið, við tað at konsertir og tiltøk eru avlýst. Tískil hevur SMS saman við fleiri føroyskum tónleikarum funnið upp á ráð, og fara vit at stroyma konsertir beinleiðis av Torginum í SMS.
Tað er Kim Hansen, sum verður vertur til konsertirnar, og hann fer at fáa ymiskar tónleikarar á gátt, sum allir fara at framføra nøkur løg og fáa sær eitt prát við Kim.
Hóskvøldið 26. mars kl. 21 er tað Signar í Homrum, sum kemur at framføra saman við Kim Hansen.
Til ber at síggja konsertina á www.koronakonsert.fo og á facebook síðuni Koronakonsert. Eisini verður leinkjan deild her á tiltakinum.