Vanligar upplatingartíðir í SMS

Miklagarður:
Mánadag – hósdag: 09.00 – 18.00
Fríggjadag: 09.00 – 19.00
Leygardag: 09.00 – 18.00
Sunnudag: Stongt

 

Hinir handlarnir:
Mánadag – hósdag: 10.00 – 18.00
Fríggjadag: 10.00 – 19.00
Leygardag: 10.00 – 18.00
Sunnudag: Stongt

 

Hornið:
Mánadag – hósdag: 09.00 – 18.30
Fríggjadag: 09.00 – 19.30
Leygardag: 09.00 – 18.30
Sunnudag: Stongt

 

Burger King og Sunset Boulevard:
Mánadag – leygardag: 10.30 – 21.00
Sunnudag: 14.00 – 21.00

 

Burger King Drive-through:
Mánadag – hósdag: 20.00 – 22.30
Fríggjadag: 20.00 – 23.00
Leygardag: 20.00 – 23.00
Sunnudag: 12.00 – 22.30

Serligar upp- og afturlatingartíðir 2020

6. januar, mánadagur                   Umbýtingarrætturin endar. Seinasta freist at býta jólagávur um.

7. januar, týsdagur                        Útsølan byrjar. Opið sum vanligt.
23. januar, hósdagur                     Útsøluendabresturin byrjar. Opið sum vanligt.
25. januar, leygardagur                Útsølan endar. Opið sum vanligt.

05. apríl, pálmasunnudagur        STONGT, tó hava Burger King og Sunset opið sum sunnudag.
08. apríl, mikudagur                      Opið til kl. 20
9. apríl, skírisdagur                        STONGT, tó hava Burger King og Sunset opið sum sunnudag.
10. apríl, langi fríggjadagur          STONGT
20. apríl, leygardagur                    Opið sum vanligt
12. apríl, páskadagur                     STONGT
13. apríl, 2. páskadagur                 STONGT, tó hava Burger King og Sunset opið sum sunnudag.

25. apríl, flaggdagur                       STONGT, tó hava Burger King og  Sunset opið sum sunnudag.

08. mai, dýrabiðidagur                   STONGT, tó hava Burger King og Sunset opið sum sunnudag.
21. mai, Kr. himmalsferðardagur STONGT, tó hava Burger King og Sunset opið sum sunnudag.
31. mai, hvítusunnudagur               STONGT, tó hava Burger King og Sunset opið sum sunnudag.
01. juni, 2. hvítusunnudagur         STONGT, tó hava Burger King og Sunset opið sum sunnudag. 

5. juni, grundlógardagur                Opið sum vanligt

27. juli, mánadagur                         Opið til kl. 22
28. juli, ólavsøkuaftan                     STONGT
29. juli, ólavsøkudagur                    STONGT
30. juli, hósdagur                               Summarútsølan byrjar kl. 13. Opið er til kl. 20. 

13. august, hósdagur                        Útsøluendabresturin byrjar. Opið sum vanligt.
15. august, leygardagur                   Summarútsølan endar. Opið sum vanligt.

2. november, mánadagur              Jólagávu-umbýtingarrætturin byrjar, og er galdandi til og við leygardagin 2. januar 2021.
2. november, mánadagur               SMS 43 ár
16. november, mánadagur              Jólabýurin verður tendraður. Opið sum vanligt.
7. desember, mánadagur                Opið til kl. 20
08. desember, týsdagur                   Opið til kl. 20
09. desember, mikudagur               Opið til kl. 20
10. desember, hósdagur                  Opið til kl. 20
11. desember, fríggjadagur             Opið til kl. 20
12. desember, leygardagur             Opið til kl. 20
13. desember, sunnudagur             Opið kl. 14-20
14. desember, mánadagur               Opið til kl. 20
15. desember, týsdagur                    Opið til kl. 20
16. desember, mikudagur                Opið til kl. 20
17. desember, hósdagur                   Opið til kl. 20
18. desember, fríggjadagur              Opið til kl. 20
19. desember, leygardagur              Opið til kl. 20
20. desember, sunnudagur              Opið kl. 14-20
21. desember, mánadagur               Opið til kl. 20
22. desember týsdagur                     Opið til kl. 22
23. desember mikudagur                 Opið til kl. 22

24. desember, jólaaftan                    STONGT
25. desember, jóladagur                   STONGT
26. desember, 2. jóladagur               STONGT

31. desember, nýggjársaftan            Opið til kl. 13

Serligar upp- og afturlatingartíðir 2021

1. januar, nýggjársdagur                   STONGT
2. januar, leygardagur                       Seinasta freist at býta jólagávur um
5. januar, týsdagur                             Útsølan byrjar

Parkering í SMS

P/F SMS og Tjaldurs Apotek hava gjørt avtalu um, hvussu parkeringsviðurskiftini hjá báðum pørtunum skulu skipast.

Alt økið kring SMS og Apotekið verður skipað sum ein 2 tíma sona, har almennu parkeringsvørðarnir hava eftirlit við at skipanin verður yvirhildin. Høvuðsreglan er, at bilar sum standa longri enn ásettu 2 tímarnar og/ella ikki hava stilla p-skivuna, fáa almenna bót eftir reglunum sum eru galdandi í Tórshavnar kommunu. Skipanin er eisini galdandi í parkeringskjallaranum.

Kavarudding

Ruddað verður fyri kava eftir tørvi. SMS hevur egna kavaruddingarmaskinu.

Parkering fyri rørslutarnað

Parkeringspláss er fyri rørslutarnað í parkeringskjallaranum, vestanfyri SMS (við Apotekið) og norðanfyri SMS (við nýggju inngongdina).

Starvsfólkaparkering

SMS og Apotekið loyva ávísa mongd av bilum til leigarar og starvsfólk at parkera innan sonuna. Fyri SMS er høvuðsreglan, at bert ein bilur pr. leigumál fær loyvi at parkera inni á 2 tíma sonuni. Útleigarar kann geva undantaksloyvi. Fyri at hava eitt galdandi parkeringsloyvi, skal viðkomandi bilur verða skrásettur hjá SMS og fáa eitt serligt frámerki, sum skal klistrast innan høgrumegin á frammrútinum. Tað er ikki loyvt at flyta frámerkið frá einum bili til ein annan. Um bilurin verður skiftur út við annan, er neyðugt at fáa nýtt frámerki.

Umbýtingarrættur

Í SMS er felags umbýtingartænasta galdandi fyri allar handlarnar í húsinum. Viðskiftafólk kunnu tí trygt handla hjá okkum og fáa somu umbýtingartænastu í øllum handlum, tá tey hava keypt eina vøru, sum tey ynskja at býta um – eisini um vøran er ein gáva.

Í sambandi við jólahandilin veita handlarnir eina serliga jólagávu-umbýtingartænastu. Hendan tænasta hevur við sær, at tú longu frá 1. november kanst keypa eina jólagávu, ið kann verða býtt um í seinasta lagi 6. januar 2020. Umframt hesa hava vit eisini serliga gávu-umbýtingartænastu.

Galdandi umbýtingarrættur í SMS
Tann, ið hevur keypt eina vøru, kann býta hana um, fáa áognarseðil ella fáa peningin aftur, um treytirnar niðanfyri verða fylgdar:

1) at keyparin við kvittan kann prógva, at vøran er keypt í viðkomandi handli fyri ikki fleiri enn 12 døgum síðan (allir dagar íroknaðir), og

2) at vøran er í sama standi, sum tá ið hon varð keypt.

3) Umbýtingarrætturin er tó ikki galdandi fyri køli- og frystivørur.

Útsøluvørur og tilboðsvørur
Hevur tú keypt eina vøru á útsølu ella upp á tilboð, kann hon ikki býtast um, og goldin peningur verður ikki endurgoldin.

Serlig umbýtingartænasta fyri jólagávur
Henda tænasta er galdandi í øllum handlum í SMS frá 1. november til og við 6. januar. Í hesum tíðarskeiði verður eitt serligt jólamerki klistrað á príslepan. Hetta merkið gevur kundanum rætt til at býta vøruna um ella fáa ein áognarseðil fyri vøruna. Treytin er sjálvandi, at vøran er í lagi. Hesin rættur er galdandi til og við mánadegnum 6. januar 2020.

Koyristólar eru til láns í SMS

Kom inn á skrivstovuna, har tú kanst lána ein koyristól. Koyristólarnir eru bert til brúks inni í SMS og á parkeringsøkinum hjá SMS og skulu latast innaftur í seinasta lagi, tá SMS letur aftur.

Koyristólarnir verða útlántir uttan kostnað. Einasta treyt er, at farið verður væl við stólinum og, at hann verður latin innaftur til ástettu tíðina. Fyri skaða á koyristól verður endurgjald kravt.

Reinføri

Tað hevur sera stóran týdning, at viðskiftafólk okkara altíð koma inn til eitt reint og ruddiligt SMS. Vit hava tí sjálvsagt eina fasta reingerðarskipan, ið eigur at tryggja, at hesi viðurskifti altíð eru í lagi.


Gjørt verður reint eftir hesi skipan frá mánadegi til leygardag:
Kl. 11.00 Vesini verða gjølla vaskað fyri læstum hurðum.
Kl. 12.00 Høvuðsinngongd, trappa upp á loftið og lyfta upp til loftið verður vaskað.
Kl. 12.45 Órudd verður tikið upp, benkur, stólpar og rimaverk verða turkað. Glasgirðing verður pussað. Aðrar inngongdir, trappurnar á torginum og lyftan á Torginum verður vaskað.
Kl. 14.30 Vesini verða gjølla vaskað fyri læstum hurðum.
Kl. 19.00 Vesini verða gjølla vaskað


Hvørt kvøld eftir, SMS letur aftur:
Glasgirðingin við matarstøðini pussað
Báðar trappurnar niður til Miklagarð vaskaðar
Gólvini í matarstøðunum og restina av húsinum verða vaskað

Tey, ið reka teir einstøku handlarnar, hava ábyrgdina av reingerðini inni í handlunum.

Hóast eina fasta reingerðarskipan og nógvan ómak, so hendir av og á, at viðskiftafólk vendir sær til okkara við viðmerkingum um, at reinføri í húsinum ikki altíð er í lagi. Hesar viðmerkingar snúgva seg serliga um matarstøðini og WC’ini. Til hetta er at siga, at tað tíðum er sera nógvir gestir og nógv at gera á matarstøðunum og, at tað tíverri er ungdómur í húsinum, ið ikki altíð fer so væl um vesini.

Hevur tú viðmerkingar til reinføri í SMS, ert tú vælkomin at skriva til okkara á sms@sms.fo.

Vaktarhald

Eitt av aðalmálunum hjá SMS er, at tað skal vera trygt at vera í og uttanfyri SMS. Til tess eru 4 vaktarfólk knýtt at húsinum. Vaktarfólk er í SMS alt samdøgrið og umframt at standa fyri trygdini, virka hesi sum húsavørðar í SMS.

 

Um SMS

SMS er Føroya størsta og besta handilsstað, og í SMS kanst tú fáa nærum alt tær tørvar – bæði av vørum og upplivingum. Við landsins størsta og breiðasta vøruúrvali og í tryggum og hugnaligum umhvørvi, kanst tú spáka tær ein túr eftir eini handilsgøtu – undir taki. Í SMS leggja vit dent á kundan og vørutørvin. Breiddin av handlum og vørum og góða umbýtingartænasta okkara avspeglar hetta, tí fyri okkum er umráðandi, at tú trygt kanst handla hjá okkum og, at tú kanst fáa alt á einum stað. Vit leggja okkum eisini eftir at hava opið, tá tað passar tær og at skipa fyri, at tú kanst parkera trygt og gott.

Umframt stóra og breiða vøruútboðið í teimum ymisku handlunum er SMS staðið, har fólk hittast. Tey ymisku matarstøðini hava okkurt til einhvønn tørv og mangir eru gestirnir. Viðskiftafólk okkara nýta ofta høvi at seta seg eina løtu og fáa sær ein góðan bita ella ein kaffimunn. Eisini hittast mangir arbeiðsfelagir her til ein góðan døgverðabita og um kvøldarnar og í vikuskiftunum koma foreldur við børnum, ommur og abbar og ungfólk at hugna sær. Her er snøgt sagt altíð lív í.

Torgið er eisini ein sera týdningamikil partur av SMS. Her fer mangt eitt tiltakið av bakkastokki og fyriskiparir lata altíð sera væl at, tí Torgið er sanniliga ein miðdepil í bæði SMS og í Havnini sum heild.

SMS – ein sølumiðstøð í menning

Síðani SMS læt upp á heysti 1977, hevur húsið verið undir støðugari menning, og fleiri byggistig eru tikin síðani SMS kom upp at standa. Tann 26. oktober 2006 lat SMS upp aftur eftir umbygging við fleiri handlum og tilboðum. Endaliga umbyggingin við nýggjum millumbygnini millum Apotekið og Sølumiðstøðina var liðug á sumri í 2007.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til eitthvørt um SMS, ert tú vælkomin at skriva til okkara á sms@sms.fo

Vælkomin í SMS!

Marknaðardeildin hevur opið soleiðis

Mánadag til fríggjadag frá kl. 10-16.
Leygardag er stongt.
Sunnudag er stongt.

Um Marknaðardeildina

Á Marknaðardeildini ber til at keypa tey elektronisku gávukortini, sum kunnu brúkast í øllum handlunum í SMS. Til ber eisini at keypa gávukortini á netinum. Les meira um gávukortið her.

Høvuðsendamálið hjá Marknaðardeildini er at samskipa alla marknaðarføringina hjá handlunum í SMS. At skipa fyri øllum tiltøkunum, sum eru í SMS, gera SMS-blaðið, gera lýsingarbløð og aðrar lýsingar fyri SMS-samtakið.

Starvsfólk á Marknaðardeildini

Regin W. Dalsgaard
Býlings- og marknaðarstjóri
Teldupostur: rwd@sms.fo
Tel. beinleiðis 341915

Siri Sørensen
Samskipari
Tel. beinleiðis 341910
Teldupostur: siri@sms.fo

Durita Djurhuus
Samskipari
Tel. beinleiðis: 341911
Teldupostur: durita@sms.fo

Eru bráðfeingisboð viðvíkjandi SMS ella Miðlon, kann ringjast til døgnvakt hjá SMS á tel. 233438.