Tíðindi
Kunnu nú bjóða viðgerð móti turrum eygum
Nú er tað møguligt at fáa framkomna viðgerð fyri turr eygu í Føroyum. Skilling í SMS veitir nú nýggja og slóðbrótandi viðgerð, sum gevur varandi linna til tey, ið stríðast við turr eygu.
Kennist tað, sum eyguni brenna, skriða, eru reyð ella tára lættliga? Hevur tú ofta eina skriðandi og turra kenslu í eygunum? Hetta eru alt tekin uppá turr eygu, og er hetta møguliga rætta loysnin fyri teg!
Turr eygu koma oftast av niðursettari táraframleiðslu ella ov skjótari avdamping av táraveskuni í eygunum. Hetta kann elva til ampa og ávirka bæði sjón og gerandisdag. Við hesi nýggju og framkomnu viðgerð er møguligt hjá tær at fáa linna og betra um táragóðskuna.
Hvussu virkar viðgerðin?
Við eini serligari greiningarmaskinu verður mett um góðskuna á tárakertlunum og ein viðgerðarætlan, sum er snikkað til tín tørv, verður løgd. Viðgerðin er býtt í tvey:
• IPL-viðgerð – er ein lasaraviðgerð við pulserandi ljósi, sum mýkir og hjálpir Meibomsku kertlunum í niðaru eygnalokunum at framleiða góða táravesku. Hetta er alneyðugt, fyri at tryggja, at táraveskan ikki dampar burtur.
• LLLT-viðgerð – er ein maskuviðgerð við infrareyðum ljósi, sum hitar og mýkir kertlarnar í bæði ovara og niðara eygnaloki. Hettar ger, at kertlarnir í eygnalokskantunum ikki typpast, og harvið sleppur mest møguligt av góðari og nýggjari táravesku til eyguni.
Báðar viðgerðir eru lættar, behagiligar og taka bert fáar minuttir. Tú situr avslappað/ur í einum góðum stóli, og viðgerðirnar eru uttan pínu. Fleiri merkja linna beinanvegin, onnur eftir 5 til 7 dagar. Fyri at fáa ein varandi linna er vanligt við 2-3 viðgerðum, við nøkrum vikum ímillum, og síðani viðgerð eftir tørvi.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at støkka inn á gólvið hjá Skilling í SMS ella at ringja á tlf. 515656.