Handlar
10.00 - 19.00
Miklagarður
09.00 - 19.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Kvinnukvøld í SMS - mótasýning, íblástur og shopping

Tak vinkonurnar, bindiklubban ella lesiringin við til eitt serstakt kvinnukvøld í SMS.

30. oktobur kl.19.00 kunnu tit gleða tykkum til mótasýning við nýggjasta vetrarmótanum, spennandi gávuposum, lekrum tónum frá DJ Beintu, Cider og øl frá OY,  leskiligum munnbitum frá Horninum og ikki minst serstøkum tilboðum frá teimum ymsu handlunum.

Og harafturat fer Tini Owild, viðurkendur stílistur, at halda ein áhugaverdan fyrilestur við heitinum “Fylg kensluni – ikki rákinum”, har hon viðger spurningar sum”Er hetta settið ov keðiligt? Ella ov nógv? Hóskar hetta til mín aldur?” Les meira her à  www.sms.fo.


Skrá:

19.00: Handlar og Torgið taka ímóti kundum og SMS gávuposar verða útflýggjaðir.
19.30: Mótasýning. Fá íblástur til nýggjasta vetrarmótan.

20.00: Fyrilestur við Tini Owild

20:30. Mótasýning,  finn kjólan til jólaveitsluna
22.00: Takk fyri í kvøld

Handlarnir, sum eru við í mótasýningini, eru: Nips, Trin27,  Skilling, Demmus, Sport24, Gellan, Margarita, Nomi og Navia.

Vit gleða okkum til at síggja teg.

GG* 18 ára aldursmark

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.