Tíðindi
Lærlingur til slaktaran í Miklagarði
Hevur tú ein spírandi áhuga fyri kjøti og ymiskum útskeringum? So hevur tú her møguleikan at nema tær eina fakliga útbúgving á Føroya størsta slaktaríi. Á útbúgvingini lærir tú um slakt og útskering av ymiskum kríatúrum. Tú lærir, hvussu kjøt verður skorið út, viðgjørt og góðskutryggjað, so tað hóskar til teir ymisku marknaðirnar.
Hjá slaktaranum í Miklagarði er altíð úr at gera. Vit framleiða kjøt til Miklagarð, Mylnurnar og Bónus-handlarnar kring alt landið. Starvsfólkini eru von at arbeiða við nógvari ferð, uttan at slaka um góðskuna, sum altíð er sett í hásæti á slaktarínum.
Vit leita eftir tær, ið hevur áhuga fyri matgerð og teimum ymisku útskeringunum. Tær, ið dugir at arbeiða við nógvari ferð, ert fyrireikað/-ur til at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, gongur høgt upp í reinføri og ert til reiðar at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum.
Útbúgvingin tekur upp í 4 ár alt eftir hvørja útbúgving, tú hevur frammanundan. Sum slaktaralærlingur í Miklagarði verður tú knýtt/-ur at ZBC-skúlanum í Roskilde. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla í 21 vikur í lærutíðini og fært hetta uppihaldið goldið.
Eru spurningar um starvið ella lærutíðina, ert tú vælkomin at venda tær til Sáru J. Petersen á tlf. 265176 ella á sara@sms.fo.
Freistin at søkja læruplássið er 6. septembur. Trýst her fyri at søkja.