Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Leiðari til Burger King í SMS

Vilt tú vera við til at menna Burger King í SMS? Burger King í SMS skal nútímansgerast og fullkomiliga endunýggjast við spennandi umvælingum, og til tað tørvar okkum góð starvsfólk.

Sum leiðari í Burger King ert tú bindiliðið í okkara fyritøku. Tú hevur ábyrgdina av at leiða okkara toymi og fíggjar- og rakstrarmálunum. Tú syrgir fyri at røkka sølumálum, at menna starvsfólkini og at tryggja, at allar skipanir eru virknar.  

Leiðarin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av at leiða dagliga virksemi í matstaðnum (15-30 starvsfólk), tryggja góða kundatænastu og at tryggja góð úrslit (eitt nú økta sølu, vinningsføri osfr).

Fært tú starvið, skalt tú til Danmarkar í 6 vikur á eitt heilt leiðaraskeið á eini góðkendari Burger King matstøð.

Arbeiðið er fulla tíð, og vit kunnu veita eina kappingarføra løn.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Kundi tú hugsa tær at sent eina umsókn, so er at senda títt CV til sally@sms.fo . Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Sally Rasmussen á tel 233420.