Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 19.00
Miklagarður
09.00 - 19.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Leiðari til Rumbul

Í næstum letur ein spennandi handil upp í SMS, og í tí sambandi leita vit eftir einum leiðara, ið kann vera við heilt frá byrjan. Talan er um eitt spennandi starv, har leiðarin hevur høvuðsábyrgdina av at tryggja, at kundar okkara fáa eina serstaka handilsuppliving. Tað verður eisini ábyrgdin hjá handilsleiðaranum at skapa menning og inntøku, umframt at hava ábyrgd av starvsfólkahópinum.

Sum handilsleiðari situr tú sjáldan still/-ur, og umráðandi er, at tú trívist í einum umhvørvi við nógvari ferð. Í handlinum verður eitt stórt vøruúrval, sum javnan skal dagførast. Av tí sama hevur tað stóran týdning, at tú dugir at arbeiða skipað og hevur gott yvirlit.

Tú fært ábyrgdina av at leggja vaktarætlan, at læra starvsfólkini upp og at motivera tey. Tað verður tú, sum gongur á odda fyri, at tit í felag røkka ásettum málum.

Vit vænta av tær, at

Afturfyri kunnu vit bjóða eitt spennandi starv, har tú fært stóra ábyrgd og sjálvræði beinanvegin.

Royndir á økinum og/ella handilsútbúgving er ein fyrimunur, men eingin treyt. Løn eftir avtalu.

Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Sáru J. Petersen á tlf. 265176 ella sara@sms.fo. Freistin at søkja er 6. septembur 2020.
Trýst her fyri at søkja.