Leskiligar og litfagrar kakur til søtu tonnina
Malene Fisker Waag / Omaná
– Vit royna at raka ein breiðan skara, men lata kreativitetin fáa frítt spæl, sigur Malene Fisker Waag, kondittari og eigari í spildurnýggja kondittarínum Omaná
Út úr Miklagarði við tungum innkeypsposum … og so stendur kaffimunnurin og eitt deiligt kakustykki klárt framman fyri tær. So verður tað næstan ikki betri.
Omaná eitur nýggja kondittaríið í SMS. Tað heldur til uttan fyri Miklagarð, har Mylnan og kioskin vóru fyrr.
Í Omaná fært tú leskiligar kondittarakakur, spennandi tertur, heimagjørdan ís og gott kaffi av ymsum slag. Til ber at keypa kakur heim við, men tú kanst eisini seta teg niður at njóta herligheitirnar, tí pláss er nevniliga fyri 16-20 sitandi gestum í kondittarínum.
Krem og mousse
Í nýggja kondittarínum leggja vit dent á at hava okkara egna stíl, sigur Malene Fisker Waag, kondittari og ein av eigarunum í Omaná.
– Hetta eru kakur og tertur við kremi, mousse og sjokulátu við avanseraðum pynti og flottum litsamansetingum. Tær eru vakrar og ikki so stórar. Vit royna at raka ein breiðan skara, men samstundis skapa okkara egna úttrykk og lata kreativitetin fáa frítt spæl, sigur Malene.
Kakumóti
Eitt annað slag av kakum, sum Omaná leggur stóran dent á, er Petit Four-kakur. Hetta eru heilt smáar, dekorativar kakur, ið hóska væl til reseptiónir ella eitt fínt kvøldarborð við gestum heima við hús.
Omaná hevur eisini stórar kakur til 10-12 persónar, sum fólk kunnu keypa heim við. Seinni er ætlanin at lata eina heimasíðu upp, har til ber at bíleggja kakur, m.a. til brúdleyp og onnur serlig høvi.
Móti er í kakum, sigur Malene. Í dag skulu kakurnar vera einfaldar og stílfullar. Tú kanst saktans hava avanserað pynt við flottum litsamansetingum, ið samstundis er einfalt, sigur hon.
Lærdi á La Glace
Malene er uppvaksin í Danmark og lærdi til kondittara á kenda, vælumtókta kondittarínum, La Glace í Keypmannahavn. Liðugt útlærd í 2014 starvaðist hon fyrst í nøkur ár á La Glace, arbeiddi síðani í New York eitt skifti og var seinni við til at byrja tvey nýggj kondittarí í Danmark.
Maður Malene er føroyingur, og fyri trimum árum síðan fluttu tey til Føroya at búgva. Tey búgva í Havn og eiga tvey børn, sum eru ávikavist knapt 3 og 11 ár.
– Eg elski at búgva í Føroyum, sigur Malene.
Tað lá ikki heilt í kortunum, at hon skuldi vera kondittari, tí í veruleikanum er hon úr eini rættari bakarafamilju. Bæði pápin og abbin eru bakarar. Báðir bóðu teir Malene velja kondittaraleiðina, tí teir hildu hana vera so kreativa.
Ísskeið í Italia
Omaná hevur eisini heimagjørdan ís.
Malene hevur starvast sum ísmeiaristur í Keypmannahavn og hevur verið á ísskeiði í Italia. Ísarnir í Omaná eru mjólkarísar og sorbet.
Tey byrja við nøkrum sløgum og ætla so líðandi at víðka úrvalið.
Yndiskakan
Sum kondittari er ikki óvanligt at hava eina søta tonn. Malene er onki undantak, og sjálv metir hon, at hon etur kakur hvønn dag. Ein av kakunum í Omaná, sum Malene er serliga fegin um, er ein earlgrey ganache við italskum marengs og sólberkremi. Ein sera leskilig kaka, sigur hon.
Hvør er so yndiskakan yvir øllum kakum hjá kondittaranum í Omaná?
-Tað er ein mocca eclair, sum vit høvdu á La Glace. Eg haldi, eg át eina hvønn dag tey fýra árini, eg var í læru, flennur Malene. Enn er mocca eclair ikki á hesum fyrsta matarlepanum í Omaná, men Malene umhugsar at hava hana við sum frálíður.