Tíðindi
Leygarkvøld við Eyðun og Terja
Vanliga hevur SMS ymisk tiltøk á Torginum, men nú húsið er stongt, er hetta tíverri ikki gjørligt. Somuleiðis hevur koronasmittan havt eina ávirkan á tónleikarar kring alt landið, við tað at konsertir og tiltøk eru avlýst. Tískil hevur SMS saman við fleiri føroyskum tónleikarum funnið upp á ráð og stroyma konsertir beinleiðis av Torginum í SMS.
Tað er Kim Hansen, sum er vertur til konsertirnar, og hann fær ymiskar tónleikarar á gátt, sum allir framføra nøkur løg og fáa sær eitt prát við Kim.
Leygarkvøldið 28. mars kl. 21 eru tað Eyðun og Terji, sum koma at framføra saman við Kim Hansen á koronakonsert.fo ella á Facebooksíðuni, Koronakonsert.