Opið í dag 10.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
10.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Litríkur mótahandil fluttur inn í SMS

Litríkur mótahandil fluttur inn í SMS

Sjálvan grundlógardagin lat mótahandilin Trin 27 upp í nýggjum hølum í SMS. Hóast Trin 27 er nýggjur handil í SMS, so hevur handilin verið til í nógv ár, men hevur áður húsast í hølum í miðbýnum í Havn. Seinast hevur handilin hildið til í hølum á vegamótinum Bøgøta/Dr. Jakobsensgøta beint yvir av Føroya Keypssamstøku í miðbýnum.

Tað skerst ikki burtur, at her er talan um ein handil, sum brýtur frá hinum mótahandlunum í SMS, tí her er talan ikki um klassisk mótaklæðir. Tað sæst eisini væl, tá ið ein trínur inn í handilin, tí handilin er á tremur við sera litríkum klæðum, bæði buksum, blusum, sokkabuksum, jakkum, skóm og ikki minst kjólum. Onkursvegna slepst ikki undan at blíva í góðum lag, tá ið man kemur inn í handilin. Harafturat hevur Trin 27 klæðir heilt úr stødd small upp í 3 XL.

Harumframt hevur Trin 27 eisini aðrar vørur í handlinum. Tað er til dømis oljur, krem, sápur, luktipinnar og luktiljós, og nógv tað mesta av hesum er vistfrøðiligt.

Trin 27 umboðar eina rúgvu av kendum vørumerkjum so sum Fly, Art, Munkholm, Dumilde, Koko, Margot, Cofur og Nü, og handilin leggur seg eftir altíð at hava nógv klæði á goymslu, so tað er bara at støkka inn á gólvið í lekkra handlinum hjá Trin 27 í SMS og finna sær okkurt nýtt plagg ella okkurt annað, sum gevur eina góða vælveru.