Tíðindi
Ljósið hevur limadag á Torginum.
22.08.2025
Fimleikafelagið Ljósið hevur limadagar á Torginum í SMS um vikuskiftið.
Her er nógv á skránni.
Ókeypis andlitsmáling, tombola, sølubúð, spælibani, Bassi vitjar og bjóðar børnum ballónir.
Hetta vikuskiftið hevur tú eisini møgueika fyri at ogna tær búnan hjá Ljósinum til serprís. Búnin kann roynast og bíleggjast í Sport 24.
Tilmeldingin til komandi fimleikaár er byrjað! Um tit hava spurningar ella tørv á hjálp, kunnu tit venda tykkum til ein av okkum, so vit kunnu hjálpa tykkum.
Bassi vitjar:
Fríggjadagin kl.16.30
Leygardagin kl.11.00 og kl. 14.00.
Vit síggjast til eitt hugnaligt vikuskifti í SMS