Tíðindi
”Má hava” vørur hjá matastorshavn
Heimskenda Milk er nýggjasta vakurleikavøran, sum er bæði fleirvirkandi og nýhugsandi. Vørur sum Hydro Grip Primer, Cooling Water Jelly Ice og Cooling Water Jelly Tint Stick hjálpa við einari haldgóðari sminku og gevur húðina ein frískligan og náttúrligan glans.
Vælumtøktu maskarurnar hjá Maybelline geva bæði fyllu og longd til eygnavippurnar og nú kanst tú eisini fáa Space Diamond – ein glimmur-maskara, sum gevur eitt vakurt og glitrandi úrslit.
Nýggjasta varravøran hjá Ole Henriksen er sera væl dámd av tí hon áhaldandi bæði mjúkar og vætar varrarnar, samstundis sum hon angar sera væl.
Gosh Peptide Lip Gloss er ein klassikari í seks ymsum litum, sum gevur varrunum ein flottan lit og glans.
Tik Tok favoritturin L’Oréal Lumi Glotion Highlighter, virkar sum eitt tunt og mjúkt krem, sum kann brúkast einsamalt ella undir ella útyvir andlitssmyrsl.
SMS er opið yrkadagar frá kl.10.00 – kl.18.00
Fríggjadag frá kl.10.00 til kl.19.00
Leygardag er opið frá kl.10.00-18.00
Vit síggjast í SMS
