Tíðindi
Maia hevur teknað ársins jólaposa hjá SMS
Maia hevur teknað ársins jólaposa hjá SMS
Í gjár varð jólaposin 2019 avdúkaður. Dómsnevndin valdi tekningina hjá Maiu Thomsen úr Havn. Nógv uppskot komu inn. Maia fekk eitt gávukort upp á 2.000 krónur frá SMS. Jólaposin verður prentaður í fleiri enn 100.000 eintøkum. Umframt Maiu vóru 10 aðrar útvaldar tekningar. Hesi tíggju vunnu hvør sítt gávukort upp á 200 krónur. Tey útvaldu vóru Emilia Joensen, Natasha K. Vang, Brá Ebbadóttir Thomsen, Klára Winther Bláberg, Eyðrit Katrin Leifsdóttir, Trygdi á Løgmansbø, Maria Isaksen, Eva Bjarnadóttir, Marja Herup Egilstoft og Maria Hentze Niclasen. Til ber at síggja allar tekningarnar í SMS.