Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 19.00
Miklagarður
09.00 - 19.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

MGP 2018 vinnarin í SMS

Í sambandi við Barnaprix 2019 finaluna, fara Mille & Co at framføra á Torginum í SMS. Mille er vinnarin frá danska MGP 2018, sum er barnaútgávan av Melodi Grand Prix.

Mille var bert 11 ár, tá hon vann í fjør við lagnum, hon sjálv hevur skrivað, ‘Til næste år’. Sangurin snýr seg um árstíðirnar og um, at vit øll mugu royna at vera meiri nærverandi.

Mille byrjaði sum 7 ára gomul at skriva løg og senda inn til MGP. Tað var sostatt fjórðu ferð, at hon royndi seg til MGP í fjør, tá hon endiliga slapp við og vann.

Mille er nú 12 ár og heldur áfram at skriva løg, og hevur eitt nú gjørt vakra lagið ‘Du er min ven’, sum snýr seg um at hava góðar vinir.

Mille Liendgaard er úr Århus og umframt at syngja, spæla guitar, ukulele, klaver og at gera løg, er hon eisini ein íðin hondbóltsleikari.

Mille fer á pall við bólki leygardagin 25. Mai á Torginum í SMS.

https://www.youtube.com/watch?v=flKD7gYY3hg