Tíðindi
Mia útlærdur grafikari
Mikudagin 5. februar kundu vit hátíðarhalda at okkara lærlingur seinastu 4 árini, Mia Haldorsdóttir Smith, bleiv útlærd sum grafikari.
Mia er sera dugnalig og nærløgd. Hon hevur lagt sín dám á SMS við eitt nú stuttligum figurum, gjørt flott skattakort, sett bløð upp og tekna kúnna á nýmjólkini í Miklagarði og mangt annað.
Vit takka fyri tíðina her í SMS og ynskja Miu góðan byrð framyvir.
Á myndini er tað Regin W. Dalsgaard, Marknaðar-og býlingsstjóri, ið handar Miu H. Smith sveinabrævið.