Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Miklagarður koyrir vørur til dyrnar

Útkoyring í høvuðsstaðarøkinum

Orsakað av koronasmittuni, sum herjar í Føroyum, hevur Miklagarður fingið sera nógvar fyrispurningar frá kundum, um at fáa vørur koyrdar til dyrnar.

Miklakeyp er ein tænasta, sum bjóðar kundum ein einfaldari hátt at keypa inn. Miklagarður keypir inn fyri kundan, og kundin fær vørurnar til dyrnar.

“Fleiri av kundum okkara hava ynskt sær eina tænastu, har tey fáa vøruna til dyrnar. Tænastan kann vera við til at lætta um í hesum døgum, og hon er sera einføld og ómakaleys. Hetta er okkara fyrsta stig at bjóða eina slíka tænastu. Hetta er ein fyribils tænasta, sum er sett í gongd orsakað av koronasmittuni.”

Einføld og skjót útkoyring
Tú kanst bíleggja gerandisvørur á heimasíðu okkara, miklagardur.fo. Har liggur ein innkeypsseðil, har tú skrivar tær vørur, tú vilt hava. Fyri at tryggja, at bíleggingin er verulig, fær kundin eini SMS-boð við eini kotu, sum skal tøppast inn, fyri at bíleggingin kann góðkennast.

Tá ið innkeypsseðilin er váttaður, fara starvsfólkini í Miklagarði í holt við at finna vørurnar, og hesar verða koyrdar til dyrnar millum kl. 18 og 20.

Um tú bíleggur áðrenn kl. 16, fært tú vøruna sama dag. Tú kann eisini velja, nær vøran skal koyrast út – tó ikki sunnudagar og halgidagar.

Vøran verður koyrd til dyrnar, har kundin rindar við gjaldskorti ella fartelefon. Prísurin fyri útkoyringina er 50,-

Bílegging:     Allar dagar

Útkoyring:      Mánadag til leygardag millum kl. 18 og 20

*So at vit kunnu koyra út til tín og aðrar borgarar skjótast gjørligt, kann tað koma fyri, at tú ikki fært júst ta vøruna, tú hevur bílagt, men ístaðin eina vøru, sum líkist. Tað vil siga, at tú kanst hava bílagt eitt ávíst merki av ketsjupp, men fært eitt annað merki. Hetta kemur bert fyri, um vøran ikki er á goymslu. Tískil kann endaligi kostnaðurin eisini broytast. Tað vil siga, at kundin veit endaligu upphæddina, tá vøran verður útflýggjað.