Opið í dag 09.00 - 21.00
Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Miklagarður – opið sum vanligt

Vegna korona-smittuna, sum herjar í løtuni, vil SMS gera sítt fyri at steðga smittuni og fylgja tilmælunum hjá myndugleikunum. Tískil verður SMS stongt fram til 14. apríl. Tó hevur Miklagarður opið sum vanligt.

Upplatingartíðir hjá Miklagarði:

Mánadag – hósdag: kl. 09.00-18.00
Fríggjadag: kl. 09.00-19.00
Leygardag: kl. 09.00-18.00

Tað verður gjørt væl reint og sóttreinsað, og heitt verður á øll viðskiftafólk um at hava gott handreinføri. Best er at gjalda við gjaldskorti, Apple Pay ella líknandi, um gjørligt. 
Lat okkum standa saman og halda frástøðu. Merkingar um frástøðu eru gjørd á gólvið við kassarnar.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.