Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Mótasýningin 2019

Hóskvøldið 3. oktober kl. 20 verður árliga mótasýningin í SMS. Heili 16 handlar fara at sýna fram heyst- og vetrarmótan 2019. Eins og undanfarnu ár, verður tað ein mótasýning við einum samansettum showi við tónleiki, pallseting og nýggjasta mótanum. Tað verður ongin annar er Brynjolfur á Heygum, ið fer at diska til mótasýningina.

Dyrnar lata upp kl. 19.30, og tey fyrstu fáa gávuposar. Handlarnir lata eisini upp fyri gestunum kl.19.30 við nógvum góðum tilboðum fram til kl. 22. Sjálva mótasýningin byrjar kl. 20 á Torginum í SMS. Eftir mótasýningina verða leskiligir góðbitar at fáa.

Handlarnir í SMS lata aftur kl. 18 og síðan lata flestu handlarnir upp aftur kl. 19.30-22.00.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.