Tíðindi
Náttarvaktur til SMS
SMS sóknast eftir einum starvsfólki at arbeiða sum vaktur í náttartímunum.
Sum náttarvaktur í SMS hevur tú bæði vaktar- og lættari húsavørðauppgávur. Tú skal millum annað hava eftirlit við brunaskipanum, kanna vindeygu, hurðar, el-tól, vatn v.m. í leigumálum og skrivstovum hjá SMS, reingerð, rudding og ymiskt annað fyrifallandi.
Vit vænta, at tú:
– ert ágrýtin og álítandi
– kanst arbeiða sjálvstøðugt og við øðrum
– hevur eitt jaligt lyndi
Tað starvast tvær náttarvaktir og tvær dagvaktir í SMS, hesi skiftast til at arbeiðá eina viku og at hava frí tí næstu. Arbeiðstíðin hjá vaktinum er vanliga frá kl. 21 til kl. 8 morgunin eftir, og skift verður mánadagar.
Er hetta nakað fyri teg ella hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Duritu Nolsøe, býlingsstjóra, á telefon 220230. Send okkum tína umsókn áðrenn 15. novembur 2021 umvegis leinkjuna HER
Ynskiligt er, at tú kanst byrja í starvinum 1. desembur, men vit bíða gjarna eftir rætta viðkomandi.
Lønt verður eftir sersáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag um vaktarhald.
Rein revsiváttan er kravd.