NIPS er ein uppliving
Stórar broytingar eru gjørdar í handlinum NIPS í vár, so at handilin í dag er líka nógv ein uppliving sum ein handil. Tað er neyvan ov nógv sagt, at eingin slíkur handil er í Føroyum.
Tey, sum regluliga vitja í SMS, hava ivaleyst lagt til merkis, at handilin NIPS hevur fingið eitt heilt øðrvísi vøruúrval, og at handilin er blivin dagførdur, soleiðis at tað er ein heilt onnur uppliving at vitja handilin í dag.
Nýtt slag av handli í Føroyum
Tað var í 2017, at NIPS lat dyrnar upp í SMS. Handilin hevði verið har síðani 2013, men fyrstu fýra árini var tað sum partur av kendu donsku handilsketuni Inspiration. Líka síðani handilin kom, hevur talan verið um ein handil, ið bara hevur selt brúkslutir, men soleiðis er ikki nú.
- Í dag er handilin víðkaður til at fevna um alt innan lívsstíl. Tað vil siga brúkslutir, men so sanniliga eisini mótaklæðir til bæði kvinnur og gentur, sigur Hanna Müller, ið er dagligur leiðari í handlinum.
Hon greiðir frá, at tey hava lagt seg eftir at NIPS skal vera eitt heilt nýtt og øðrvísi slag av handli, sum vit ikki hava sæð áður í Føroyum.
- Tað skal vera ein uppliving at koma inn í NIPS. Vit hava nógvar detaljur í handlinum við nógvum litum, sum tað ikki ber til bara skjótt at “skimma”. Vit hava gjørt nógv fyri, at handilin skal hava eitt heilt serligt úttrykk, og somuleiðis hevur tað týdning fyri okkum, at tað er lætt at flyta seg runt í handlinum, sigur Hanna Müller.
Royna okkum eitt sindur fram
Men sambært handilsleiðarum so er tað ikki vist, at handilin er endaliga dagførdur, soleiðis sum hann er nú.
- Vit royna okkum eitt sindur fram, soleiðis at vit kunnu síggja hvussu tað riggar. Tað er nú innrættað á ein slíkan hátt, at vit kunnu testa ymiskar møguleikar og síggja, hvat riggar best sigur Hanna Müller.
Næsta byggistig hjá NIPS er sonevnda VIPP-øki í handlinum, og har verður ein nýggjur køkur settur upp, sum væntandi stendur klárur stutt eftir summarfrítíðina.
NIPS er partur av Skálkur-samtakinum, har maður Hannu, Lars Müller, er stjóri, og tey bæði hava í felag staðið á odda fyri dagføringini og menningini av NIPS.
- Hanna hevur nógv hugskot til handilin, og sum oftast er tað spennandi, men onkuntíð má eg traðka á bremsuna, sigur Lars við einum brosi.
- Eg vil fegin, at vit í NIPS hava lutir, sum onnur ikki hava. Og eg royni ofta at finna heilt løgnar lutir, og lutir í øllum prísklassum, greiðir hon frá.
Ferðafólk koma eisini á gátt
Hetta er tíðin, har nógv ferðafólk vitja í Føroyum, og tað er eisini nakað, sum tey í NIPS merkja.
- Vit síggja heilt avgjørt eisini, at tað eru nógv ferðafólk, sum koma inn at keypa frá okkum, og tað er serliga føroyskar vørur, sum tey hava áhuga í. Vit selja eisini vørur frá SIRRI, og tað er jú ein sermerkt føroysk ullavøra, og tað er eitt øki, sum vit eisini fegin vilja menna, sigur Hanna Müller.
Hon sigur, at umframt vørur frá SIRRI hava tey í NIPS eisini aðrar føroyskar vørur so sum føroysk ur og føroyskt luktilsi.
- Tað riggar ofta væl við føroyskum vørum, sigur tey bæði Hanna og Lars Müller.
Í støðugari menning
Tað var í apríl, at NIPS og Vero Moda løgdu saman, men hvat næsta stigið verður, halda tey vera trupult at siga.
- Man blívur ongantíð liðugur við ein handil. Fyri okkum er NIPS ein handil í støðugari menning, og vit eru opin fyri at royna ting av, og so síggja vit, hvat riggar, sigur Hanna Müller.
Tað kann eisini vera, at um eina tíð fer NIPS at vaksa enn meiri.
- Tað hevur eina ávirkan út um handilin. Til dømis síggja vit eisini, at Sport 24 hevur ment seg nógv, sigur Lars Müller.
Hjúnini siga at enda, um tað gevur meining, so eru tey heilt víst klár til at fáa NIPS at vaksa enn meira.