Opið í dag 14.00 - 21.00
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by
Nomi smykkur og ur

2. HÆDD

Tel: 32 03 13
Facebook
Instagram

Mánadag - hósdag
10.00 - 18.00

Fríggjadag
10.00 - 19.00

Leygardag
10.00 - 18.00

Sunnudag
Stongt

Nógv keypa alt silvurið í einum 

Nomi Andresen Arge / Nomi smykkur og ur

Fólk eru meiri ótolin og vilja helst hava alt silvurið til føroysk klæðir beinanvegin, sigur Nomi Andresen Arge, sum eigur handilin Nomi Smykkur og Ur. Hon sigur, at lummaur og opið blað eru sera vælumtókt til ólavsøkustásið 

Summarið er tíðin, tá ið vit av álvara hugsa um  tey føroysku klæðini. Til summarbrúdleypini, stevnurnar og ólavsøkuna. 

Hjá Nomi Smykkur og Ur í SMS hava tey altíð nógv at gera hesa tíðina, tá ið fólk skulu finna sær silvur til føroysk klæðir. 

Samlaðu silvur 

Fyrr brúktu fólk longri tíð at útvega silvur. Tey samlaðu. Nakrar knappar í føðingardagsgávu, eina brosju í konfirmatiónsgávu, skógvaspenni í jólagávu o.s.fr.  

Hetta er broytt. Fólk eru ótolnari, og í dag hendir tað ofta, at fólk koma inn í handilin og keypa alt silvurið í einum. Hetta var ógvuliga sjáldsamt fyrr, sigur Nomi Andresen Arge, sum eigur Nomi Smykkur og Ur. 

Tað er eisini meiri vanligt, at kvinnur hava tvær troyggjur til føroysku klæðini. Í staðin fyri at flyta mallurnar ímillum troyggjurnar, keypa tær eitt sett av mallum aftrat. 

Sjálv hevur Nomi tvær troyggjur og tvey sett av silvuri. Annað er ”Fávnir”, sum Edvard Fuglø hevur teknað, og hitt er gylt fiskamynstur við ravi. 

Hetta hoyrir til 

Fólk eru farin at eksperimentera meira við teimum føroysku klæðunum tey seinnu árini, eitt nú við ymsum litum, ongum turriklæði ella mallum úr glasi. Tey allarflestu eru tó siðbundin, tá ið tað snýr seg um silvurið, heldur Nomi. 

Hvat hoyrir so til føroysk klæðir? 

Til kvinnubúnan er beltispenni, brosja, stimi og átta mallur. Smágentur hava færri mallur, einar fýra-seks. Møtlaspenni og skógvaspenni hoyra eisini til, men tað er ikki so stórur eftirspurningur eftir tí, sigur Nomi. 

Í handlinum hjá henni hava kvinnurnar 15 sett av silvuri at velja ímillum. Eftirspurningur er eftir øllum, men opið blað er best umtókt, serliga millum tær ungu kvinnurnar. 

Tað ber eisini til at fáa ymiskt tilhoyr í sama mynstri sum silvurið, t.d. hálsprýði, oyraringar, armband og ringar.  

Nógvir knappar 

Silvur til føroysku klæðini hjá monnum er skógvaspenni og so annars knappar.  

Har eru 28 troyggjuknappar, sum verða brúktir til troyggjuna og á miðjuni á buksunum. Haraftrat 17 vestaknappar, sum eru nakað minni. Teir sita á vestinum og við knæið á buksunum. Og so eru stimaknappur umframt ein kvarðaknappur í buksulíningini framman. Hesir knapparnir eru størri enn troyggjuknapparnir. 

Buksuspenni, sum sita undir knappinum við knæið, eru eisini partur av silvurinum til mannfólkaklæðini, men verða ikki nógv brúkt, sigur Nomi. 

Óneyðugt er hjá monnunum at kláa sær í nakkanum at velja knappar, tí tað er bara eitt slag. 

– Deiliga einfalt hjá teimum, og eg haldi, at teir eru nøgdir, sigur Nomi og flennir. 

Við skógvaspennunum eru tó fýra valmøguleikar, tí har eru ymiskar graveringar: blóma, grindareiðskapur, bankað ella bara slætt. Somu graveringar eru til skógvaspennini hjá kvinnum. 

Tey bæði Lini 

Og so er tilhoyr, sum ikki beinleiðis er partur av silvurinum hjá monnum, men sum nógvir vilja hava. 

Lummaur og lummafløska.  

– Lummaurið er líka umráðandi sum alt hitt. Næstan allir vilja hava lummaur til føroysku klæðini. Og nógvir menn vilja eisini hava lummafløsku, sigur Nomi og leggur aftrat, at kvinnurnar ikki í sama mun spyrja eftir lummafløsku. 

Altíð á goymslu 

Fyrr kundi vera bíðitíð at fáa silvurið, men ikki longur. Tey skiftu veitara fyri tveimum árum síðan, og nú hava tey altíð nóg mikið á goymslu. 

– Ja, kanska um tú kemur dagin fyri ólavsøku og skalt hava okkurt ávíst, so kann tað vera útselt. Men vanliga hava vit alt á goymslu, sigur Nomi.  

Tey allarflestu keypa eitt sett av silvuri, har alt er líka, men tað ber væl til at blanda.  

– Summi hava kanska arvað eina brosju frá ommuni, og so keypa tey okkurt silvur, sum minnir um brosjuna. Tað er bara sjarmerandi, um tað ikki er líka. Fyrr í tíðini tók mann jú tað, mann átti, sigur Nomi.  

Konufólkini skulu longri niður í pengapungin enn menninir, tá ið silvurið skal keypast. Menn skulu av við 7-8.000 krónur, meðan silvurið hjá kvinnunum kostar umleið 10-14.000 krónur. 

Minst til at pussa 

Tá Nomi fær spurningin, hvat hon ikki orkar fyri í sambandi við føroysk klæðir, kemur svarið beinanvegin: 

– Ópussað silvur! Tað orki eg ikki fyri! 

Bestu pussiráðini frá Nomi eru at brúka tann vanliga, bláa pussiklútin, sum flestir føroyingar munnu eiga.  

Ikki alt tað svarta skal burtur. Silvurið er oxiderað og eigur at vera myrkt inni í miðjuni. Skalt tú inn ímillum onkustaðni, ber til at brúka Silverclean, ið kann smyrjast á við eini bleytari tannbust ella onkrum líknandi, sigur Nomi.