Tíðindi
Oddi heldur føðingardag í SMS
17.03.2026
Føðingardagurin hjá Odda verður á Torginum í SMS leygardagin 21. mars millum kl.12.00 og kl.16.00
Umframt Odda kemur Trøllapætur, omman og langomman á vitjan frá kl.14.00
Børnini sleppa at leita eftir diamantum í sandkassaum og fiska í fiskibrunninum.
Eisini verður møguleiki at tekna, og øll børn fáa gávuposa frá Odda.
Oddi bjóðar teimum vaksnu kaffi.

