Handlar
10.00 - 19.00
Miklagarður
09.00 - 19.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Ókeypis Navia bindiskeið í SMS

Kom á ókeypis bindiskeið á Torginum í SMS kl. 19, mánakvøldið 16. mars.

Tað er Sára Mrdalo frá Navia, sum kemur at hava bindiskeið á Torginum. Sára hevur sniðgivið troyggjur í nógv ár fyri Navia og veit tað mesta, sum er at vita um binding 🧶🥰

Sára fer at vísa okkum, hvussu vit binda ymisk strukturmynstur og holmynstur 😍😍

At hava við:

• Hóskandi tógv, minst tveir ymiskar ljósar litir

• Stokkar nr. 4–5 umleið

Øll, sum luttaka, fáa eina bindibók frá Navia, uppskriftir og ein avsláttarseðil á 20%, sum er galdandi í eina viku í Navia handlunum.

Skeiðið er í 2,5 tímar og ein kaffidussur verður at fáa ☕️🍰

Kom ein túr og bjóða onkrum við 🤗

Vit síggjast á Torginum í SMS 🧶🥢