Tíðindi
Ókeypis bindiskeið í SMS
20.04.2022
Kom á ókeypis bindiskeið á Torginum, hóskvøldið 21. apríl kl 19.
Tað er Sára Mrdalo frá Navia, sum kemur at hava bindiskeið á Torginum. Sára hevur sniðgivið troyggjur í nógv ár fyri Navia og veit tað mesta, sum er at vita um binding.
Sára fer at vísa okkum, hvussu vit binda ymisk strukturmynstur og holmynstur. Eisini fer hon at binda ranglan og vísa okkum, hvussu man knýtur ”the magic knot”.
At hava við:
- stokkar nr. 4 umleið
- hóskandi tógv, minst tveir ymiskar ljósar litir
- saks