Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Ókeypis morgunmatur í Baresso

Leygarmorgunin 25. mai kl. 9, bjóðar Baresso ókeypis morgunmat. Har vera leskilig rundstykkir, ymiskt viðskera og frukt at fáa. Baresso bjóðar javnan morgunmat, og plagar undirtøkan at vera sera góð.

Morgunmaturin er ein góð byrjan uppá komandi leygardag, ið hevur nógv á skránni.

Eitt nú verður finalan í Barnaprix 2019 á Torginum í SMS kl. 17 har finalistarnir fara at syngja, onkur fer at dansa og skemta og eisini kemur MGP 2018 vinnarin, Mille við orkestri, at framføra nøkur løg.

Morgunmaturin stendur til kl. 11 ella so leingi matur er eftir.