Tíðindi
Ólavsøkan byrjar í SMS
Aftur í ár skipar SMS fyri stórum ólavsøkutiltøkum.
Ólavsøkan byrjar í ár í SMS við m.a. tónleiki, skattaveiðu, ísi, andlistmáling og ballónum. Durita og Anna Maria, sum millum annað hava undirhildið á G! festivalinum, koma at undirhalda børnini og barnsligar sálir við skattaveiðu og stoppdans, og til tey eldru kemur Jens Marni at undirhalda við góðum tónleiki. SMS skipar á hvørjum ári fyri ólavsøkutiltøkum, og tað hevur verið sera væl vitjað og væl dámt av bæði børnum og foreldrum. Umframt ólavsøkutiltøkini, kemur Dinoland eisini at verða opið.
Ólavsøkuskráin
26. juli
16.00-16.30 Danny og Ingi framføra
16.30-17.00 Jens Marni við bólki framføra
27. juli
10.00-14.00 Tekniborð við ólavsøku dinosaurum
11.00-11.15 Stoppdansur við Duritu og Onnu Maria
11.00-14.00 SMS bjóðar ókeypis dinoís til børnini
12.00-12.30 William Da Silva framførir
12.45-13.15 Dinoskattaveiða við Duritu og Onnu Mariu
13.30-14.00 Dinokahoot
SMS bjóðar ókeypis dinoballónir og sunkist 27. juli frá kl. 10-14.
Vit í SMS ynskja øllum eina góða ólavsøku.