Tiltøk
Ólavsøkan byrjar í SMS
Aftur í ár skipar SMS fyri stórum ólavsøkutiltaki hósdagin 27. juli.
Ólavsøkan byrjar í ár í SMS við m.a. skattaveiðu, andlistmáling, bóltakast og ballónum. Gyklarin, Ásbjørn, kemur at undirhalda børnini og barnsligar sálir.
SMS skipar á hvørjum ári fyri ólavsøkutiltøkum, og tað hevur verið sera væl vitjað og væl dámt av bæði børnum og foreldrum.
Ólavsøkuskráin
10:00-16:00 Bóltakast
10:00-16:00 Ólavsøkuveiða
13:00-15:00 Andlitsmáling
13:00-16:00 Ókeypis ballónir hvønn hálva tíma
15:00 Gyklarin Ásbjørn
SMS bjóðar ókeypis poppkorn og Mist eftir Gyklaran
Vit í SMS ynskja øllum eina góða ólavsøku.