Í dag er stongt
Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Sí upplatingartíðir
Onki úrslit at finna.
Search by

Opið by Night í SMS

Mikukvøldið 4. september verður vælumtókta tiltakið Opið by Night í SMS. Tá hava allir handlarnir opið til kl. 22 við nógvum góðum tilboðum og eisini verður ymiskt á Torginum.

Mikudagurin byrjar sum vanligt í SMS, men kl.19 letur SMS upp aftur við nógvum góðum tilboðum og góðum tónleiki. Eisini kanst tú forkela góman við ókeypis smakkiroyndum av bobblute, sum er at fáa í spildurnýggju kaféini, Hornið. Bobblute er eitt frískligt fruktte við smáum kúlum í við smakki. Hetta er eitt sera væl umtókt te uttanlands, og nú verður tað eisini at fáa í Horninum í SMS. 

Oyruni verða eisini forkelaði hetta kvøldið, tá Beinir við bólki og so Hans Andrias fara á pallin á Torginum ávikavíst kl. 20 og 21, har teir fara at framføra fleiri av teirra kendastu løgum.

SMS letur aftur kl. 22.