Tíðindi
Opið By Night
Hóskvøldið 2. mai verður Open by Night í SMS. Tað vil siga, at allir handlarnir hava opið til kl. 22 við nógvum góðum tilboðum og eisini verður ymiskt á Torginum. O
Hósdagurin byrjar sum vanligt, men kl.19 letur SMS upp aftur við nógvum spennandi á skránni. Allir handlarnir hava nógv ymisk góð tilboð, sum eru galdandi frá kl.19 til 22.
Á Torginum verður gjørligt at forkela góman við ókeypis smakkiroyndum. Har verður bobblute frá Baresso og føroyskur ísur frá ÍS. Eisini verður nakað til oyruni kl.20, tá Páll Finnur Páll fer á pallin, har teir fara at framføra fleiri av teirra kendastu løgum.
Vit síggjast í SMS