Handlar
10.00 - 19.00
Miklagarður
09.00 - 19.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Oyggjaleikir, ókeypis morgunmatur og fráfaringarorð frá løgmanni

Í sambandi við at føroysku íðkarnir fara til Orkney 11. juli at luttaka í oyggjaleikunum, skipar ÍSF fyri almennum fráferðatiltaki leygardagin 5. juli, og SMS bjóðar ókeypis morgunmat millum kl. 9 og 11.

Tað er við matarstøðini í SMS at føroyingar fáa møguleika at ynskja føroysku íðkarunum góða ferð, áðrenn tey fara til oyggjaleikirnar at kappast fyri Føroyar. Nógv áhugavert verður á skránni hendan morgunin. Ókeypis morgunmaturin byrjar kl. 9, og kl.10 verða røður og annað á skránni. Løgmaður og forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen, fara at siga nøkur orð og ynskja íðkarunum góða ferð. Morgunmaturin heldur áfram til kl.11.00

Skráin:

kl. 09.00 – 11.00 – SMS bjóðar ókeypis morgunmat

kl. 10.00 – Vælkomin

kl. 10.10 – Aksel V. Johannesen, Føroya Løgmaður og Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, halda røðu

kl. 10.30 – Herborg Torkilsdóttir syngur nøkur løg

kl. 11.00 – Liðugt